Sjovarkommuna

Latínamerika í bygdahúsinum á Strondum

DSC 0542
seinasta leygardag hittust latínamerikanarar við sínum føroysku familjum
í bygdahúsinum

 




LATIN MEETING

Leygardagin 17. desember var fyri fyrstu ferð í Føroyum skipað fyri einum tiltaki, har ið umleið 50 íbúgvar frá 10 ymsum londum í Latínamerica og teirra føroysku familjur, savnaðust til hugna og samveru. 

Hesir íbúgvar umboðaðu londini México, Guatemala, Puerto Rico, Colombia, Venezuela, Ecuador, Perú, Brasil, Chile og Argentina Tiltakið var hildið í bygdahúsinum á Strondum. 
Øll høvdu tikið mat við, umboðandi tað landið tey komu frá, og síðani bleiv borðreitt soleiðis, at øll kundu royna mat úr ymsum mentanum, bæði høvuðsrættir, dessertir og drykkjuvørur. 
Børnini spældu eitt sera vanligt veitsluspæl, sum nevnist piñata, sum er ein litrík, pyntað ballón, sum er full av góðgæti og øðrum góðum. Akkurát sum í okkara egnu tunnusláing skiftast børnini um at bróta hesa “piñata”, fyri síðani at savna alt tað spennandi, ið dettir úr.
Tiltakið eyðnaðist sera væl, og fyrireikararnir ynskja at takka øllum luttakarum fyri at møta upp og eisini at takka Sjóvar kommunu fyri at vilja hýsa teimum. 

Samfelagið veksur og talið av fólkasløgum, ið livir í Føroyum økist eisini, og fyri trivnaðin hjá tilflytarum hevur tað alstóran týdning, at tey hava ein felagsskap at hoyra til, umframt teirra familjur sjálvandi, og tey seta prís uppá, at samfelagið eisini vísir áhuga og kann skapa karmar fyri, at tey kunnu skipa fyri tílíkum tiltøkum.  

“Hola a Todos! Bienvenidos” El día sábado 17 de Diciembre se realizó la primera reunión de la comunidad latina residentes en las Islas Feroes en la Bygdarhúsið (Casa Comunitaria) en Strendur en la Comunidad de Sjóvar en la Isla Eysturoy en las Islas Feroes.
Contando con las presencia del alcalde de la ciudad de Strendur, se hizo la apertura oficial de la reunión, que reunió a más de 50 personas de 10 diferentes países latinoamericanos y sus familias feroesas. La reunión contó con participantes de México, Guatemala, Puerto Rico, Colombia, Venezuela, Ecuador, Perú, Brasil, Chile, Argentina.
Los asistentes disfrutaron de diferentes platos latinoamericanos, postres y bebidas. Los niños jugaron el juego tradicional de la piñata, un globo decorado con papel mache, lleno de dulces y sorpresas. Los niños toman turnos para romper la piñata y recolectar las sorpresas.

Thank you so very much for letting host our first latin gathering in the Faroes Island in Strendur. Since the community is growing as well as the number of nationalities living in the islands, we took the chance to meet with not too much time for preparations but thanks to your help and generosity and the involvement of the community we had a wonderful event that everyone enjoyed and remember gladly.

Sjóvar kommuna takkar fyrireikarum og luttakarum fyri, at tey vildu skipa fyri hesum tiltaki á Strondum, og ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár. 

myndir frá tiltakinum liggja á myndasavninum

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00