Sjovarkommuna

Kjartan kemur heim

Kjartan
vónar at fáa spælitíð hjá St.Í.F


Kjartan Johansen, sum bæði spældi við U21 landsliðnum og við A-landsliðnum herfyri, hevur valt at flyta aftur til StÍF. Hann hevur spælt við Team Sydhavsøerne, men felagið hevur ikki yvirhildið sínar avtalur. Málið er framvegis at royna seg uttanlads í framtíðini.

- Teir lovaðu mær arbeiði og eitt stað at búgva. Eg flutti ikki inn í har, sum eg skuldi búgva fyrr enn eg hevði verið har í tveir mánaðar. Eg havi heldur ikki havt eitt stabilt arbeiði, meðan eg havi verið her. Eg segði við teir áðrenn eg fór til Føroyar, at teir skuldu skaffa mær arbeiði áðrenn eg kom aftur. Tað hava teir ikki klárað, og tí valdi eg at gevast í Team Sydhavsøerne, greiðir Kjartan Johansen frá.

Høgri bakkurin, sum nú eisini spælir nógv á høgra vongi, hevur framvegis eina vón um at sleppa av landinum at spæla.

- Um alt gongur sum tað skal, so fari eg vónandi avstað aftur aftaná summarsteðgin, sigur Kjartan Johansen, sum nú er tøkur at hjálpa strandingum í steypakappingini, sum stendur fyri framman.

Ynski er at koma til eitt lið, har hann hevur møguleika at fáa ein størri leiklut, enn hann hevði í Team Sydhavsøerne.

- Fyrst og fremst vóni eg, at eg kann koma til eitt lið, har eg havi eitt sindur meiri at siga, enn eg hevði í Team Sydhavsøerne. Vónandi fái eg eisini meir spælitíð, og so fáa vit at síggja hvat tað endar við, sigur Kjartan Johansen.

kelda: www.in.fo


 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00