Sjovarkommuna

Vit fjølgast

strendur
35 fólk fleiri enn 1. januar í fjør

 




Nú er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum - eisini í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Hetta boðar Hagstovan frá í dag.

Hagstovan vísir á, at bæði í tali og í prosent er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 407, svarandi til 2,2%. Hetta er 55% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í tali koma síðan Eysturoyar og Norðoya sýslur við ávikavist 145 og 81 fólkum, lutfalsliga 1,3 og 1,4%. Síðani er vøksturin í hinum økjunum 1,0-1,1% í Sandoyar og Vága sýslum og 0,6-0,7% í Suðuroyar sýslu og Streymoyar sýslu uttan Tórshavn.

Fólkatalið veksur, sambært Hagstovuni, í 20 kommunum og stendur í stað ella minkar í 10 kommunum.

Nógv størsti vøksturin í tali er, sambært Hagstovuni, í Tórshavnar kommunu við 413 fólkum – hetta er 56% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar, har vøksturin er:

Klaksvíkar kommuna við 61 fólkum,
Eystur kommuna við 42,
Sjóvar kommuna við 35,
Tvøroyrar kommuna við 33,
Nes kommuna við 30,
Vága kommuna við 28,
Fuglafjarðar kommuna við 23,
Sunda kommuna við 19 
Vágs kommuna við 18,
Hvannasunds við 15,
Kvívíkar við 13,
Sumbiar við 12 
Eiðis við 10,
Skálavíkar,
Skopunar 
Sørvágs við 7
Fugloyar við 6,
Runavíkar við 3 
Kunoyar við 2,

Óbroytt fólkatal er í Viðareiðis, Sands og Skúvoyar kommunu. Minking er í Hvalbiar og Porkeris kommunum við ávikavist 15 og 11 fólkum, Hovs við 7, Vestmanna við 6, Húsa og Fámjins við 3 hvør og Húsavíkar við 1 fólki.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum er, sambært Hagstovuni, munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Í nøkrum av útoyggjunum veksur fólkatalið ella stendur í stað, meðan tað minkar í Kalsoy, Nólsoy og Skúvoy.

kelda: www.portal.fo


Sambært Hagstovuni síggja hagtølini fyri Sjóvar kommunu soleiðis út:

1. januar til 30. november 2016:

Selatrað:                         -1
Morskranes:                     0
Kolbeinagjógv:              + 6
Strendur:                     + 35
Innan Glyvur:                 - 5 



Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00