Sjovarkommuna

Arbeiðið er byrjað

26.01.17 barakkir
Fyrsta stigið er at útvega arbeiðsfólkunum okkurt at búgva í



26.01.17 barakkir2

NÚ ER AT LIGGJA FRAMVIÐ 

Undan jólum byrjaði eitt fyrireikingararbeiði á og rundan um gamla hondbóltsvøllin undir Haraldsheyggi á Strondum. 
Fólk og maskinur hava í eina tíð gjørt økið klárt til at taka ímóti gestum, sum koma at arbeiða í Eysturoyartunlinum. Økið hevur fingið eina nýggja innkoyring, og fundament eru stoypt soleiðis at klárt er til at seta íbúðir og kantinu omaná.
Tilsamans 24 íbúðir verða settar upp, og ætlandi skal arbeiðsfólkið sova og eta á hesum søguliga stað.
Væntandi fer tunnilsverkætlanin at taka umleið 4 ár, og sjálvandi fer hetta at viðføra nakrar broytingar í gerandisdegnum, men sum heild eru fólk sera spent upp á sjálva verkætlanina, tí Sjóvar kommuna fer at broyta status frá at vera ein útjaðari til at vera ein miðdepil.
Tá ið tunnilsverkætlanin er liðug, og tað verður riggað av, skal økið sjálvandi latast aftur soleiðis sum vit vilja hava tað, og samskiftið við NCC hevur higartil verið sera gott. 
Hetta eru fryntligir menn, sum hava nógvar royndir frá øðrum verkætlanum, eisini í Føroyum við Vága- og Norðoyatunlinum, og vit hava spurt á hesum støðum, um hvussu hjáveran av arbeiðstoyminum ávirkaði gerandisdagin,
og hava fingið afturmeldingar um, at alt gekk upp á stás. 
Teir eru komnir her at arbeiða, og tá ið tann langi arbeiðsdagurin er liðugur, so verður mest hugsa um at skaffa og sova, so væntandi verður tað framvegis friðarligt undir Haraldsheyggi.
Við tað, at nógv fólk koma at vitja og arbeiða í okkara kommunu, fer hetta heilt víst at skapa eftirspurning og arbeiði til okkara vinnulív, og tað hevur tað eisini longu gjørt.
Vit fara at heita á fólk, um at taka væl ímóti øllum teimum, sum koma at arbeiða og búleikast her, og ynskja NCC og P/F Eystur- og Sandoyartunlar at vera hjartaliga vælkomin í okkara kommunu.

 

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00