Sjovarkommuna

Føðingardagur á Selatrað

Selatraðar kirkja 90 ár03
í gjár varð hátíðarhildið, at 90 ár eru liðin síðani Selatraðar kirkja varð tikin í nýtslu




Andreas Weihe tók stig til at byggja kirkju á Selatrað. Hann setti nógvan pening í væl stuðlaður av bygdafólkinum á Selatrað og Morskranesi.
Onnur settu eisini pengar í, t.d. fólk, ið vóru flutt av bygdunum, men fegin vildu hava eina kirkju á staðnum.

Arbeiðið byrjaði í mai 1926 og longu í desember sama ár var kirkjan liðug.
Steingrím Winther teknaði kirkjuna, stuðlaður av einum felag fyri betri byggisiði.
Emil Olsen og John Johannesen stoyptu og Verkstaðið Sámal Ellefsen og Heini Joensen smíðaðu.
Grundøkið kostaði kr. 117,67, kirkjuklokkan kostaði kr. 956,40 og ljósakrúnan við ljósum og forsendilsi kostaði kr. 740,31.

Byggikostnaðurin íalt var kr. 20.322,36.
Innkomin peninguri var kr. 20.193,26.
Sostatt var eitt hall á kr. 129,10, sum varð fíggjað við talvupeningi.

Kirkjan varð vígd 4. sunnudag eftir 13. í 1927.
Fyrsta hjúnavígslan var á kyndilsmessu í 1928, tá Rasmus á Morskranesi og Hanna í Fornanum vórðu vígd.
Fyrsta barnið, ið doypt varð í kirkjuni, var Alexandra av Morskranesi.
Fyrsta konfirmatiónin í kirkjuni var 24. apríl 1927.


Myndir frá hátíðarhaldinum liggja á myndasavninum


 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00