Sjovarkommuna

Andersens Beding

02.02 4
nógv virksemi á bedingini



ANDERSENS BEDING

Nógv virksemi eru á Andersens Beding á Strondum.  10-12 fólk eru til arbeiðis hvønn dag, og herav er tveir lærlingar.
Í 2016 hava verið útbyggingar á Andersens Beding.  Nýggj og stásilig høll er gjørd, og hetta gevur teimum munandi betri møguleikar at reka sítt virksemi. 
Høllini bleiv tikin í nýtslu í oktober 2016, og tað var byggivirkið KBH, ið bygdi høllina. 
Síðani høllin er tikin í brúk, eru umstøðurnar og møguleikarnir at veita tænastur alt árið nógv betri.  Av tí sama verður arbeiðið meira javnt yvir alt árið, tí nú ber til at arbeiða undir taki, eisini vetrarmáðanirnar, tá ið veðrið kann arga.
Høgni og Jóhan Andersen eiga og reka Andersens Beding.  Teir yvirtóku virksemi fyrst í hesi øldini, og hevur virksemi verið spakuliga, men støðugt, vaksandi øll árini. 

Alivinnan er tann stóri kundin í dag.  Teir hava spesialiserað seg til at veita tænastur til júst alivinnuna, og eru fremst á sínum øki í dag. 
Teir veita heildarloysnir til kundarnar, og arbeiða innanfyri mestsum øll økir, herundir stál, rustfrítt, aluminium, glasfipur, aptering og el.
Í løtuni eru tvey stór arbeiðir í gongd, umframt onnur smærri.  Ein tvíkilja hjá Bakkafrost skal umbyggjast og totalrenoverast, og ein tvíkilja hjá Marine Harvest skal ígjøgnum høvuðssýn. 
Bæði hesi arbeiðir kunnu gerast inni í tí nýggju høllini.  Virksemi er staðsett við sjóvarmálan úti við Heygsstøð, og vit í lokalsamfelagnum njóta gott av teirra virksemi, m.a. tí at teir eisini servisera íbúgvunum í kommununi við smáuppgávum,
tá ið hetta passar inn í planleggingina, og tekniska deild í Sjóvar kommunu fær mangar vørur og tænastur frá Andersens Beding, og vit fegnast um, at teir eru her hjá okkum við sínum virksemi.

myndir frá bedingini liggja á myndasavninum

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00