týsdagin 21. feb, kl. 14
Innbjóðing til almenna hátíðarhaldið í samband við fyrsta skotið fyri Eysturoyartunnlinum.
Viðrar er skráin hendan:
14.00 Vælkomin og røður
Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum, bjóðar vælkomin
Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur røðu
Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu, heldur røðu
Røðurnar verða við tunnilsmunnan á Strondum
14.15 Hendrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, skjýtur fyrsta skotið
14.30 Kaffi, te og køkur í bygdahúsinum á Strondum
16.00 Liðugt
Verður veðrið ikki til vildar, verða røðurnar í staðin hildnar í bygdahúsinum eftir fyrsta skotið .
Í samband við hátíðarhaldið, siglir Ternan av Bursatanga kl. 12.30 inn á Strendur. Á vegnum verður lagt at í Nólsoy.
Siglt verður aftur av Strondum kl. 16.00 til Havnar.
Bussur koyrir frá Ternuni til tunnilsmunnan, eins og frá tunnilsmunnanum til bygdahúsið og aftur til Ternuna.
P/F Eystur- og Sandoyartunlar