Sjovarkommuna

Strandakvinnur seymaðu sjálvar leikbúnarnar í 50 árunum

StÍF kvinnur1958
Strandakvinnur í 1958.St.f.v: Oda Høj, Marjun Bethelsen, Hennebeth Poulsen og Kirstin Høj.
Húkandi´f.v: Selma Johansen, Dora Poulsen, Joan Poulsen og Sólborg Johansen.
(Úr myndasavni hjá Lassa Borðoy)



Í fyrru greinini um part av hondbóltssøguni hjá StÍF skrivaði eg, at StÍF varð stovnað 11. oktober 1942, og at nógv fólk var heima undir seinna heimsbardaga, men tá ið kríggið endaði í 1945, minkaði hondbólturin burtur í einki, tí menn fóru aftur til skips, og ungfólk bæði ungir menn og ungar kvinnur fóru av bygdini.
Á Strondum kemur ikki gongd aftur á hondbóltin fyrr enn í 1958, og tað er júst í 1958, at frálíka myndin omanfyri av StÍF kvinnum er tikin. Eg havi tosað við Doru Poulsen, gift Jacobsen, sum er á myndini. Skipað hondbóltsvenjing var eingin, sigur Dora.

– Um tað mundið, tá ið myndin er tikin, var eingin skipað venjing á Strondum, vit fóru á vøllin at spæla, tá ið hugurin var har, og vit spældu bara um summarið. Vit høvdu ikki venjara og vandu tí sjálvar.

– Sum tú sært á myndini, eru vit í vøkrum búnum, sum vit sjálvar seymaðu. Allir útispælararnir eru í hvítum løriftskóm, sum eru tunnir undir botninum, og sjálvandi merktu vit smásteinarnar, men eingir aðrir skógvar vóru at fáa. Vit spældu mest ímóti Tjaldri úr Runavík, men vit vóru eisini í Havn, og eg kann minnast, at vit spældu ímóti Neistanum og suðuroyarliði. Eg haldi, at ferðasambandið gjørdi, at vit ikki ferðaðust so nógv.

StÍF kvinnur19582

Nógvir áskoðarar eru um vøllin. Einki net er í málinum. (Úr myndasavni hjá Lassa Borðoy)


– Myndin av okkum er óivað tikin í Havn av kønum myndafólki, tí myndin er so klár og ikki eins og myndir, sum vanlig fólk tóku tá í tíðini. Eg byrjaði spæla hondbólt sum seytjan ára gomul, og vit spældu ikki í nógv ár.
Tað var systir mín Joan, sum stóð í málinum. Tú spyrt meg um Carl Andreasen, sum kom úr Danmark á Strendur við hondbóltsspælinum. Jú, eg minnist mannin væl. Frálíku myndina, sum er frá 1958, fingu vit allar.


StÍF kvinnur19583
Stuttligt at síggja hesar leikbúnar á vøllinum á Strondum. (Úr myndasavni hjá Lassa Borðoy)

– Stórur áhugi hevur altíð verið fyri hondbóltsspælinum á Strondum, men mínir eftirkomarar hava spælt lítið av hondbólti. Nógvir áskoðarar hugdu at hondbólti á Strondum, og eg minnist serliga nógv eldri fólk, sum komu niðan á vøllin at hyggja at okkum, sigur ein blíð Dora at enda, sum er fødd í 1939 og er 73 ára gomul.
Til stuttleika kann nevnast, at  Sólborg Johansen nú Sólborg Dulavík er á myndini, og hana  kenna vit frá Neistanum. Hon er omma neistaspælara.

StÍF kvinnur19584
Harmonikan er við, tá ið StÍF spælarar fara hondbóltsútferð. (Úr myndasavni hjá Lassa Borðoy)

Hyggja vit í hondbóltshagtølini, hava kvinnurnar á Strondum staðið í skugganum á monnunum. Strandakvinnur hava ongantíð vunnið FM-heitið í bestu deildini, men vunnið næstbestu deildina í 1968, 1971,1972, 1999 og í 2001.
Tað er at fegnast um, at kvinnurnar á Strondum og á Skála halda tørn, og tær spæla tíbetur framvegis hondbólt í bestu deildini, sjálvt um summi ár er trupulleiki við nóg stórum spælarahópi.

StÍF kvinnur19585
Hondbóltsvøllurin á Strondum varð asfaltteraður í 1968. ( Úr myndasavni hjá Lassa Borðoy)

kelda: www.hvannrok.fo

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00