Sjovarkommuna

Fundur í vinnunevndini 15.03.2017



Møtt:  Jákup Berthelsen, Steingrím Jacobsen og Anfinn Gærdum

Harumframt: Artur Johansen      
Skrivari:  Julia Kass
Klokkan:  16:30 –  18:45



Mál nr.: 14-46-49 
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Bátahylur á Selatrað, dýping í samband við aling. Vinnunevndin mælti til á  seinasta fundi at arbeiði verður gjørt, men henda ætlanin er nú broytt.
Arbeitt verður við aðrari loysn fyri at betra um umstøðurnar í bátahylinum.
Avgerð: Umsitingin arbeiðir víðari við málinum


Mál nr.: 15-46-73 
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Vinnuøkið og bátahylur við Langanes.
Vinnunevndin ynskir at arbeiða við  atløgubryggju út á 12 m dýpi. DHI hevur gjørt nýggjar aldumátingar á økinum, LBF kemur at greiða frá og tulka niðurstøðuna av kanningini. 
Avgerð:   Arbeitt verður við málinum


Mál nr. : 
Reist av : Sjóvar kommunu
Viðgerð: Fyrispurningar um vinnuøki
Kommunan hevur fingið fleiri fyrispurningar um grundøki til vinnu.
Avgerð: Arbeitt verður við málinum

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170305 0459

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00