Sjovarkommuna

Á vitjan í Eysturoyartunnlinum

IMG 6799

Mikudagin 22. mars 2017, vóru umboð frá Sjóvar kommunu á vitjan hjá NCC, á økinum við tunnilsmunnan og inni í tunlinum.

Fyrst vóru vit bodnir upp í tað stóru borimaskinuna, har ið 3 mans hava hvør sína uppgávu í sambandi við boringina. Vit fingu upplýst, at maskinan borar 148 hol, 6 metrar inn í grótveggin. Hetta arbeiðið tekur umleið hálvantriðja tíma. Tá ið teir hava skotið, verður grótið koyrt út úr tunlinum við stórum dumparum. Síðani fer ein onnur maskina inn fyri at gera klárt fyri eini nýggjari boring. Henda maskinan brekkar veggin og slættar vegin fyri tí stóru borimaskinuni.

Eisini bora teir nógv hol út í veggirnar og loftið. Langir trygdarboltar verða settir í hesi borihol, fyri at tryggja, at onki grót rapar niður. Beton við armeringsstáli í verður síðani sprænt upp á veggir og loft.

Tá ið verulig gongd er komin á arbeiðið rokna teir við, at teir skjóta umleið 2½ skot um samdøgrið, tvs umleið 15 metrar um dagin, tá ið tað gongur væl. Vit gingu inn á botn í tunlinum, og fingu upplýst at nú høvdu teir borað 90 metrar suður frá tunnilsmunnanum. Teir eru tó framvegis í eini innkoyringartíðarskeiði, so enn klára teir ikki 15 metrar um dagin.

IMG 6804

Eisini vóru vit og hugdu at økinum, sum teir høvdu gjørt til goymslu og smiðju. Økið var sera væl planerað, og teir hava sett tvær hallir upp á økinum. Tann eina høllin verður nýtt sum goymsla av ymiskum í sambandi við boriarbeiðið og spreingingina. Henda høllin er nakað minni enn smiðjan.

Smiðjan er rættiliga stór, og tað er neyðugt, tí at tær stóru maskinurnar skulu allatíðina eftirhyggjast og viðlíkahaldast. Gólvið í smiðjuni er stoypt, og vit fingu eina fatan av, at her verður ikki fuskað við arbeiðsumstøðunum. Sera væl úr hondum greitt arbeiðið, og vit fegnast um, at gongd er komin á arbeiði við at bora tunnilin.

sí myndir í myndasavninum
 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170305 0459

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00