Sjovarkommuna

Fundarskipan

Fundir kommunustýrisins

 

gr. 1

 

1. petti.

Fundir kommunustýrisins eru almennir. Kommunustýrið kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum.

 

2. petti

Uttan so at kommunustýrið í serstøkum føri tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri tilskilaðu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum:

 

1. Mál, har mett skal verða um persónlig viðurskifti.

2. Mál um keyp og sølu av føstum ognum og veðseting.

3. Kostnaðarætlanir og tilboð viðvíkjandi byggiarbeiðum og tilfarsveitingum.

 

3. petti

Kommunustýrið ger á fundi av, um mál skal viðgerast fyri afturlatnum hurðum. Mál verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, um borgarstjórin ger tað av, ella um 1/3 av limunum krevur tað.

 

4. petti

Mál, ið skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, skulu helst avgreiðast fyrst.

 

gr. 2

Øll hava atgongd til almennu fundir kommunustýrisins. Órógvar áhoyrari, ella sýnir hann ikki sømiligan atburð, kann borgarstjórin vísa honum ella um neyðugt øllum áhoyrarum út úr fundarsalinum. Borgarstjórin kann bíleggja sessir til umboð fyri fjølmiðlum.

 

gr. 3

Kommunustýrislimir hava skyldu at møta á kommunustýrisfundum. Ber ikki til hjá kommunustýrislimi at koma á fund, boðar hann borgarstjóranum frá, áðrenn fundurin byrjar. Á hvørjum fundi verður skrivað í gerðabókina, hvørjir limir ikki vóru til staðar, og nær limir koma.

 

Noyðist kommunustýrislimur at fara av fundi, skal hann boða borgarstjóranum frá, og verður ført í gerðabókina, nær limur fer.

 

 

Fundarskrá

 

gr. 4

1 petti

Borgarstjórin skipar fyri, at fundarskrá verður send hvørjum kommunustýrislimi í seinasta lagi 4 dagar frammanundan, at vanligur fundur skal verða.

 

2. petti

Um limur í seinasta lagi 8 dagar frammanundan vanligum fundi skrivliga hevur biðið um viðgerð av einum máli, setir borgarstjórin hetta mál á skránna.

 

 

Innlit

 

gr. 5

1. petti

Tá eitt mál er sett á fundarskránna til ein vanligan fund, skal hetta lýsast í stuttum, styðjað við møguligum tilmæli. Neyðugt tilfar, sum greiðir nærri frá málinum, skal - um slíkt ikki longu er sent limunum - vera til taks á kommunuskrivstovuni í minst 3 gerandisdagar frammanundan fundinum. Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis vera til skjals.

 

2. petti

Samstundis, sum boðað verður til eykakommunustýrisfund, letur borgarstjórin í so stóran mun sum gjørligt kommunustýrislimirnar vita, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum.

 

 

Viðtøkuføri

 

gr. 6

Kommunustýrið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi helvtin av kommunustýrislimunum eru á fundi.

 

 

Fundarleiðsla

 

gr. 7

1. petti

Borgarstjórin, og um honum berst frá, varaborgarstjórin leiðir kommunustýrisfundirnar og ansar eftir, at teir fara sømiliga fram. Hann ger av, hvussu teir spurningar, atkvøtt verður um, skulu verða orðaðir.

 

2. petti

Borgarstjórin spyr, áðrenn orðaskifti byrjar, um nevndarformaður/frásøgumaður biður um orðið og gevur annars kommunustýrislimunum orðið í teirri raðfyljgu, teir hava biðið um. Um fleiri biðja um orðið í senn avger borgarstjórin raðfylgjuna.

 

3. petti

Kommunustýrislimur skal, tá til ber, reisa seg, meðan hann talar og venda røðu sína til borgarstjóran. Verður kommunustýrislimur nevndur í røðu, skal hann altíð nevnast við fornavni og eftirnavni. Kommunustýrislimur skal ikki verða órógvaður í talu síni, tó kann borgarstjórin taka orðið frá honum.

 

4. petti

Endurgeving kann bara verða nýtt avmarkað og við borgarstjórans loyvi. Tilskilast skal, hvaðan endurgevingin er, og hvar hon stendur.

 

5. petti

Til framløgu og umrøðu av málum eru tær talutíðir galdandi, sum standa í 6. og 7. petti.

 

6. petti

Nevndarformaður leggur málið fram í 5 minuttir.

 

7. petti

Undir orðaskiftinum fær kommunustýrislimur / framsøgumaður orðið tvær ferðir í einum máli, fyrru ferð 5 minuttir, aðru ferð 3 minuttir. Kommunustýrislimur kann fáa orðið í 1 minutt at seta fram viðmerking / rættleiðing, eftir at kommunustýrislimur hevur havt orðið. Síðstnevndi kommunustýrislimur fær orðið til at svara viðmerkingum aftur, men má tað ikki vera longur enn 2 minuttir. Borgarstjórin kann loyva frávik í talutíðunum, tá ið vavið av einum máli ger tað neyðugt, og eisini geva kommunustýrislimi orðið til viðmerking at svara aftur.

 

8. petti

Talar kommunustýrislimur longur, enn loyvt er, takur borgarstjórin orðið frá honum. tá ið hann eina ferð hevur mint hann á, at talutíðin er liðug.

 

9. petti

Hvør kommunustýrislimur eigur at lýða avgerðir borgarstjórans, tá ið tað snýr seg um at halda neyðugt fundarskil. Er ein kommunustýrislimur 2 ferðir á sama fundi biðin um at fara siðiliga fram, kann kommunustýrið eftir uppskoti frá borgarstjóranum nokta honum at fáa orðið aftur á fundinum.

 

10. petti

Um so er, at kommunustýrislimur ikki ger eftir boðum borgarstjórans, tá ið hann hevur tikið orðið frá honum, ella óskil kemur í, hevur borgarstjórin skyldu at leggja niður fundin, ella um neyðugt slíta fundin.

 

11. petti

Øll uppskot, sum koma fram undir orðaskiftinum, verða stílað til borgarstjóran.

 

12. petti

Borgarstjórin kann lata kommunustýrið avgera mál, ið hann sjálvur hevur rætt at taka endaliga støðu til.

 

 

Framløga av málum

 

gr. 8

1. petti

Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju málini koma til viðgerðar, og hann kann víkja frá raðfylgjuni á fundarskránni. Kortini ger kommunustýrið av, í hvørji raðfylgju málini skulu verða viðgjørd, tá ið minst 3 kommunustýrislimir krevja atkvøðugreiðslu hesum viðvíkjandi.

 

2. petti

Tá ið fundur byrjar, kann kommunustýrislimur biðja um orðið um fundarskránna og seta fram uppskot, um mál á fundarskránni skulu viðgerast á almennum fundi ella fyri læstum hurðum.

 

gr. 9

1. petti

Eitt mál verður bert viðgjørt eina ferð, uttan so at annað er ásett í lóggávuni, ella kommunustýrið samtykkir, at málið skal verða viðgjørt 2 ferðir. Ársfíggjarætlan kommununnar skal tó verða viðgjørd á 2 fundum.

 

2. petti

Við 1. viðgerð verður bert atkvøtt, um málið skal fara til 2. viðgerð.

Kommunustýrislimur hevur rætt til at siga sína hugsan um eitt mál, áðrenn kommunustýrið tekur avgerð um, at tað skal fara til 2. viðgerð.

Millum 1. og 2. viðgerð skulu ganga í minsta lagið 24 tímar.

Millum 1. og 2. viðgerð av ársfíggjarætlanini skulu tó ganga í minsta lagi 14 dagar.

 

3. petti

Tá ið eitt mál verður viðgjørt tvær ferðir, skulu skjølini, ið hoyra til málið - aftaná 1. viðgerð - um tað er møguligt, verða løgd til eftirlit fyri limirnar.

 

 

Nevndarviðgerð

 

gr. 10

1. petti

Heldur kommunustýrið, at eitt mál eigur at verða kannað av serstakari nevnd, áðrenn kommunustýrið tekur endaliga avgerð, verður slík nevnd vald við so mongum limum, sum kommunustýrið heldur hóska í hvørjum einstøkum føri.

 

2. petti

Nevndin, ið sjálv skipar seg við formanni, skal handa borgarstjóranum skrivað álit, og ger hesin kommunustýrislimirnar kunnugar við álitið samsvarandi reglunum í grein 4.

 

3. petti

Kommunustýrið kann gera av at senda eitt mál, ið ikki hoyrir undir málsøkið hjá ávísari nevnd, til viðgerðar í eini av teim føstu nevndunum.

 

 

Gegni

 

gr. 11

1. petti

Um viðurskiftini eru so, at ivi kann vera um gegni (habilitetin) hjá einum kommunustýrislimi, skal hann siga kommunustýrinum frá hesum. Eisini kann ein kommunustýrislimur reisa spurningin um gegni hjá øðrum kommunustýrislimi.

 

2. petti

Kommunustýrið ger av við atkvøðugreiðslu, um eitt mál er slíkt áhugamál hjá einum kommunustýrislimi, at hann ikki eigur at taka lut í málsviðgerðini. Um so er, at kommunustýrið ger av, at kommunustýrislimur er ógegnigur, skal limur fara av fundinum, meðan málið verður viðgjørt og avgreitt.

 

3. petti

Er líkt til, at kommunustýrið tekur avgerð um, at kommunustýrislimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimurin fær fundarboð.

 

4. petti

Hevur tiltakslimur ikki fingið fundarboð í tí føri, kommunustýrið ger av, at kommunustýrislimur er ógegnigur, kann málið verða flutt til næsta fund, uttan so at 2/3 av teimum møttu kommunusýrislimunum eru ímóti, ella um málið ikki tolir at bíða.

 

 

 

Atkvøðugeiðsla

broygingar- og eykabroytingaruppskot

 

gr. 12

Kommunustýrislimir kunnu bert taka lut í atkvøðugreiðslum kommunustýrisins, um teir persónliga eru til staðar, meðan hesar fara fram.

 

gr. 13

1. petti

Atkvøðugreiðsla fer fram á tann hátt, at kommunusýrislimirnir reisa seg úr sæti, tá til ber. Er atkvøðugreiðslan eftir borgarstjórans tykki ógreið, letur hann kommunustýrislimir atkvøða av nýggjum. Borgarstjórin ella í minsta lagi 3 kommunustýrislimir kunnu undan atkvøðugreiðsluni krevja, at atkvøtt verður við navnakalli.

 

2. petti

Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, um ikki annað er fyriskipað í lóggávuni. Eitt uppskot er samtykt, tá meirilutin av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøður fyri. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er uppskotið felt.

 

 

3. petti

Heldur borgarstjórin, at allir kommunustýrislimir eru samdir, kann hann gera kommunustýrinum kunnugt, at málið er samtykt uttan atkvøðugreiðslu. Mælir kommunustýrislimur tá í somu løtu ímóti, verður tó vanlig atkvøðugreiðsla.

 

4. petti

Skrivlig atkvøðugreiðsla fer fram við atkvøðuseðlum, ið borgartstjórin útflýggjar.

 

5. petti

Kommunustýrislimur kann ikki sleppa sær undan ábyrgd við ikki at greiða atkvøðu.

 

6. petti

Avgerð, sum kommunustýrið hevur tikið, kann ikki á sama fundi verða broytt, uttan so at allir kommunustýrislimir, ið vóru á fundi, tá avgerðin varð tikin, eru samdir um hetta.

 

 

gr. 14

1. petti

Broytingar- og eykabroytingaruppskot kunnu verða framløgd, um atkvøðugreiðsla ikki er byrjað. Ikki er neyðugt at seta fram ella taka fyrivarni viðvíkjandi slíkum uppskotum undir 1. viðgerð av einum máli. sum skal verða viðgjørt 2 ferðir, sbr. tó 5. petti.

 

2. petti

Borgarstjórin setir fyrst undir atkvøðugreiðslu broytingaruppskotini til upprunauppskotið hvørt eftir annað. At enda verður atkvøtt um upprunauppskotið við teim samtykt broytingunum. Fellur tað, eru eisini broytingaruppskotini fallin burtur. Borgarstjórin ræður fyri, hvussu atkvøtt verður.

 

3. petti

Í málum, sum skulu verða viðgjørd 2 ferðir, kann kommunstýrið gera av at seta eina tíðarfreist fyri broytingaruppskotum og eftir umstøðunum eisini eykabroytingaruppskotum. Um so er, kunnu slík ikki verða sett fra, aftan á at freisin er farin, uttan so at kommunustýrið við atkvøðumeiriluta gevur sítt samtykki hesum viðvíkjandi.

 

4. petti

Um kommunustýrislimir ikki eru kunnaður um broytingar- og eykabroytingaruppskot, áðrenn tey koma til 2. viðgerð, greiðir borgarstjórin frá uppskotinum beinanvegin, orðaskiftið byrjar, sí 14,1.

 

5. petti

Áðrenn atkvøðugreiðsla í einum máli er byrjað, kunnu uppskot um val av nevnd og um at senda eitt mál til eina fyrr valda nevnd ella til víðari viðgerð í eini nevnd verða framløgd. Verður slíkt uppskot lagt fram, aftaná at orðaskiftið í málinum er byrjað, verður tað slitð, og ger kommunustýrið av, um málið skal fara til nevndarviðgerð.

 

 

Meirilutaval

 

gr. 15

1. petti

Tá ið kommunustýrið skal velja 1 umboð ella 1 lim í nevndir, stjórnir ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.

 

2. petti

Við meirilutavali verður sipað til ein valhátt, har tað valevni, ið fær meir enn helmingin av atkvøðunum, er valt. Fæst tílíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin meiriluta hesa ferð, verður bundið val ímillum tvey teirra, ið fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum hjá fleiri enn tveimum valevnum, veður lutakast um, hvørji tey tvey skulu verða, sum endalig atkvøðugreiðsla tá verður um. Fær hvørgin teirra meiriluta hesa ferð, verður lutaksat, sum borgarstjórin skipar fyri. Er borgarstjóri ikki valdur, skipar fyrst valdi limurin fyri hesum lutakasti.

 

 

Lutfalsval

 

gr. 16

1. petti

Tá ið kommunustýrið skal velja 2 ella fleiri limir í nevndir, stjórnir ella tílík, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.

 

2. petti

Við lutfalsvali verður sipað til ein valhátt, har kommunustýrislimir frammanundan boða borgarstjóranum frá, at teir ganga saman í valbók, og at teir vilja atkvøða saman.

 

3. petti

Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við 1, 2, 3, o.s.fr.. Býtingartalið, sum tá kemur fram, ásetir ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.

 

4. petti

Eru tvey ella fleiri býtingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.

 

5. petti

Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum frá, hvør umboða hvønn bólkin.

 

6. petti

Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleir umboð, verða teir leysu sessirnir býttir ímillum hinar bólkarnar eftir pettunum 1-3.

 

 

Starvssetan

 

gr. 17

Tá ið kommunustýrið setir persón í kommunalt starv, og fleiri umsøkjarar eru at velja millum, fer val millum umsøkjarar fram eftir reglunum í gr. 15.

 

 

Gerðabókin (o.a.)

 

gr. 18

1. petti

Avgerðir kommunustýrisins verða á fundinum skrivaðar í gerðabókina av kommunustjóranum ella fundarskrivaranum. Borgarstjórin sigur, hvat skrivast skal.

 

2. petti

Kommunustýrislimur kann krevja sína frávíkjandi støðu í stuttum skrivaða í gerðabókina. Snýr tað seg um mál. ið skulu sendast til annan mynduleika, kann hann eisini krevja, at mynduleikin verður kunnaður um, hvat skrivað er í gerðabókina. Ynskir avvarðandi kommunustýrislimur við málinum at senda skriv, sum gjøllari lýsir hansara støðu, eigur hann at siga hetta við borgarstjóran, sum so setir eina tíðarfreist fyri, nær skrivið skal avhendast.

 

3. petti

Í gerðabókina verður nágreiniliga endurgivið, hvussu atkvøðugreiðslan í hvørjum máli sær fór fram, og hvørjir limir atkvøddu fyri ella ímóti ella ikki greiddu atkvøðu.

 

4.petti

Tá ið ein fundur er lokin, verður gerðabókin lisin upp og undirskrivað av kommunustýrslimunum. sum hava verið á fundinum. Kommunustýrislimirnir kunnu ikki við at vísa til atkvøðugreiðslu sína ella av øðrum orsøkum bera seg undan at skriva undir gerðabókina.

 

 

Viðvíkjandi fatan av hesi fundarskipan

 

gr. 19

Kommunusýrislimirnir hava skyldu til fyribils at halda seg til avgerð borgarstjórans viðvíkjandi spurningum um, hvussu tað, ið ásett er í hesi fundarskipan, skal skiljast. Málið kann tó leggjast fyri kommunustýrið á næsta fundi.

 

 

Broytingar í fundarskipanini

 

gr. 20

Henda fundarskipan kemur í gildi beinanvegin.

 

Broytingar og uppískoyti til fundarskipanina skulu verða viðgjørd á tveimum regluligum kommunustýrisfundum

Fylg byggingi av íbúðunum

20170305 0459

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00