Sjovarkommuna

Útskiftingin av Stranda bygd liðug

matrikulmaður
Tilgongdin byrjaði í 2004, og nú er útskiftingin fyri Stranda bygd endaliga staðfest


Yvirútskiftingarnevndin hevur gjørt endaligan úrskurð í málinum um innangarðs útskiftingina í markatalsbygdini Strendur.

Ein útskifting er ein samanlegging av mongu smálutunum, ið eigari eigur kring um í bønum, í størri eindir, og ein upploysing av felagseigindómum.
Eigarar, festarar og leigarar fáa høvi til undir útskiftingini at seta fram uppskot ella ynski um, hvussu og hvar teirra jørð skal leggjast.
Útskiftingarnevndin roynir so vítt gjørligt at ganga hesum ynskjum á møti, men hetta er sjálvsagt bert gjørligt í ein vissan mun.
Í sambandi við útskifting hevur kommunan rætt at ognartaka upp til 2 % av veltu og upp til 4 % av óveltu jørðini innangarðs í bygdini.
Kommunalu myndugleikarnir avgera í samráð við útskiftingarnevndina innan fyri hesar karmar, hvar og hvussu nógv skal leggjast út til t.d. sethúsabygging.
Eisini verður lagt lendi út til nýggjar vegir og til breiðkan av verandi vegum. Soleiðis verða kommunalu ætlanirnar arbeiddar inn í útskiftingarplanin.

Tá nevndin er liðug við arbeiði sítt, verður tað latið til ákæru. T.v.s. at eigararnir kunnu kæra útskiftingina til yvirútskifting.
Í yvirútskiftingarnevndini er sorinskrivarin formaður og harumframt eru fýra nevndarlimir. Úrskurðurin hjá yvirútskiftingarnevndini er endaligur og kann ikki kærast til hægri rætt.

Avgerðin hjá Yvirútskiftingarnevndini:

Det bestemmes:
Indengårdsudskiftningen af 30. marts 2016 af Strendur bygd stadfæstes med den ændring, at matr. nr. 230 b, tilbageføres til sin placering forud for udskiftningen.
Ejeren (Búnaðarstovan) af arealet som derved bliver optaget af matr. nr. 230 b, får i stedet udlagt det areal, der bliver ledigt ved flytningen af matr. nr. 230 b.
Sagsomkostningerne, bortset fra formandens .........

Denne afgørelse træder ikraft den 25. oktober 2017.

Jørleif Kúrberg, Gunnvá Jónsdóttir, Jóanis Nielsen, Heini á Heygum, Peter Flügge

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170305 0459

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00