Sjovarkommuna

Lívið nær Gudi

Rúni Rasmussen
nýggj bók eftir Rúna Rasmussen


Nýggj bók:

Lívið nær Gudi

Nýggj bók varð útgivin pálmasunnudag. Tað er Rúni Rasmussen, sum hevur skrivað bókina, ið hevur heitið “Lívið nær Gudi.”

Málið við bókini er, at hon skal vera við til at leiða menniskju inn í eitt inniligt og ríkt lív saman við Gudi. Høvundurin vísir í bókini á, at tað besta útgangsstøðið fyri lívi okkara er eitt tætt samfelag við Hann, sum hevur skapt okkum og elskar okkum óavmarkað.
Í stuttum snýr bókin seg um tað týdningarmesta í lívinum: samfelagið við Gud.

Rúni Rasmussen hevur í fleiri ár talað og undirvíst í ymiskum samkomum. Hann hevur fyrr lagt nakrar útgávur til rættis (t.d. bóklingin Hvar stendur tað?). 
Rúni er stjórnmálafrøðingur og hevur eisini BA-útbúgving í søgu. Rúni er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni og býr á Strondum saman við konuni Noomi og børnunum Rakul Mariu og Sámuel.

Bókin fæst til keyps í bókabúðum kring landið, eins og á Effo-støðini og Stranda Centrum á Strondum.
Bókin kostar 180 kr.  

Tað er nýstovnaða forlagið Parakletos á Strondum, ið hevur givið bókina út.

Facebook.com/forlagidparakletos

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00