Sjovarkommuna

Flaggdagshald

Flaggdagur17 3
Nógv høvdu leitað sær til flaggdagshaldið í gjár


Veðrið var gott, men tó var so mikið kalt, at avgjørt varð at hava flaggdagshaldið innandurða.


Max Cecil Weihe helt eina góða flaggrøðu, sum tú kanst lesa her:

Góðu áhoyrar – av Strondum, og úr allari Sjóvar sókn – og øll tit, sum eru komin saman her í dag.
Og til tykkum, sum skipa fyri flaggdagshaldinum: Takk fyri!  Eg kenni tað sum ein heiður at verða biðin til at halda røðuna.

Vit eru komin saman her í dag til at heiðra Merkið – okkara flagg og tjóðareyðkenni, sum er ímyndin av okkara kæra fosturlandi og av tí góða fólki, sum her býr. 

Hetta er ein søguligur dagur – fyri okkum føroyingar. Tað eru í dag liðin 77 ár, síðani tað føroyska flaggið fekk altjóða viðurkenning - sum siglingarflagg.  Hetta var tíðliga undir 2. Verðinskríggi. Týskland hevði longu lagt fleiri av grannalondunum undir seg, m.a. Danmark.  Men tíbetur fyri okkum komu bretar higar - og vardu okkara lítla oyggjaland, meðan kríggið leikaði á við øllum sínum bardøgum, oyðing og ræðuleikum. Føroyingar sluppu tó ikki snikkaleysir gjøgnum krígsárini.  Minni enn so. 
Lutfalsliga mistu vit mest – bæði av skipum og av mannalívum.  Forfedrar okkara settu lívið í váða fyri at sigla matvørur til okkara næstu grannar fyri sunnan, tað illa sperda Bretland – og sjálvandi eisini fyri at uppihalda sær sjálvum og sínum kæru, konum og børnum, her heima. Fyrst og fremst tað. 

Navigare necesse est – at sigla er neyðugt – søgdu rómverjar. Hetta hevur í uppaftur størri mun verið okkara lutur og lagna sum føroyingar.  Mangan – alt ov ofta – settu okkara forfedrar lívið í váða fyri at halda skipini siglandi. 
Tey 5 døpru árini, ið verðinskríggið vardi, fingu so syndarliga nógvir av okkara ungu landsmonnum váta grøv. 
Skipini hjá teimum vórðu álopin av flogførum og kavbátum, sprongd í luftina, ella søkt á annan hátt. Tað var undir hesum døpru umstøðum – meðan okkara fiskifloti sigldi ringasta vandasjógv, við stórum missum og miklum manskaða vegna minur, bumbur, torpedur, maskinkanón- og maskinbyrsuálop o.s.fr. – tað var undir hesum hørðu umstøðum, at okkara flagg fekk sín elddóp.

Mangan var tað so, at tað síðsta, sum sást – tað allar síðsta, sum fór undir kav, av teim søkkandi skipunum – var Merkið, veittrandi ovast í mesanmastrini. 
Tað hendi seg nevniliga, at skipararnir á teimum týsku kavbátunum vóru so frægir, at teir lótu føroysku skipsmanningarnar sleppa í bjargingarbátin, áðrenn skip teirra varð søkt.  Har sótu teir so – okkara djørvu landsmenn – og forfedrar – í einum lítlum róðrarbáti, úti á opnum havi, og sóu skip sítt verða søkt.

Tað var soleiðis, at tá ið Danmark varð hersett av týskarum, tann 9. apríl 1940, og Føroyar av bretum 4 dagar seinni, tann 13. apríl, tá gjørdist beinanvegin greitt, at føroysk skip kundu ikki longur sigla undir donskum flaggi. 
Tað bar ikki til. 

Men hetta var í amtstíðini, og tann danski amtmaðurin í Føroyum, Hilbert, vildi ikki uttan víðari góðtaka tað føroyska flaggið. 
Men føroyingar kravdu at fáa Merkið góðkent sum okkara siglingarflagg og tjóðareyðkenni. 
Tann 25. apríl 1940 hendi so tað, at tann blaðungi bretski konsulin í Føroyum, Frederick Cecil Mason, skar ígjøgnum og gjørdi av, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi. 
Hetta noyddist amtmaðurin so eisini at góðtaka – og kunngera – um enn við ringum tannabiti.

Tað eru bara heilt fáir føroyingar eftir á lívi, sum minnast hendingarnar í apríl mána 1940.  Vit onnur kunnu bara ímynda okkum, hvussu tað var.
Sjálvur bleiv eg ikki føddur fyrr enn 12 ár aftaná, at tað føroyska flaggið bleiv viðurkent.  Men tá ið tað grønlendska flaggið í 1985 fekk somu viðurkenning, sum tað føroyska hevði fingið 45 ár frammanundan, búði eg í Nuuk, har eg var í starvi á fiskivinnudeildini hjá tí Kongaliga Grønlendska Handlinum, KGH. 
Og eg má siga, at tað var eitt serstakt upplivilsi: Frá einum degi til annan blivu stórt sæð øll fløgg skift út – bæði á bygningum og á skipum – stórum og smáum. 
Býurin var sum hamskiftur, frá einum degi til annan. Og fólk vóru glað.   

Áðrenn okkara minniliga dag fyri 77 árum síðani høvdu føroyingar í nøkur áratíggju stríðst fyri sínum tjóðareyðkenni. 
Fleiri ymisk uppskot um føroyskt flagg vórðu roynd, m.a. eitt veðraflagg. Veðrurin hevur sum kunnugt gjøgnum øldir, eini 800 ár ella so, verið eyðkenni og innsigli hjá Føroya løgmanni – og tað er hann enn. 
Uppskot var eisini um eitt tjaldursflagg. Tjaldrið var tá sum nú føroyingum sera kært – ikki minst takkað verið Fuglakvæðinum, har Nólsoyar Páll líknar seg sjálvan við tjaldrið, sum verjir heiðafuglin móti rovfuglunum.

Men vit fingu ikki nakað djór í okkara flagg. Tíbetur! 
Tá ið av tornaði, fall valið á hetta okkara kæra krossmerki - soleiðis at vit, eins og okkara norrønu brøðratjóðir, fingu kross Kristusar í tjóðareyðkenni okkara.
Krossmerkið, sum minnir okkum á Guds stóra kærleika til okkum;  og á næstrakærleika – hetta at elska Gud og næstan. 
Hetta hóvaði forfedrum okkara best. Teir vóru sera gudrøknir. Teir vóru vanir við at leggja seg og síni í Harrans hendur - á morgni og á kvøldi. Ikki minst áðrenn farið var til útróðrar – sum fyrr gekk fyri seg við árabátum. Og tá ið farið var á aðrar vandaferðir, t.d. í bjørgini.

Merkið minnir okkum á okkara kæra móðurland og fosturjørð.  Sum skaldið, Hans Andreas Djurhuus, so meistarliga sigur tað í flaggsanginum:
"Eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg, síggi brim randa strendur og berg."

Merkið er ein týandi partur av okkara samleika, okkara identiteti, sum tjóð. 
Tað minnir okkum á tey ting, sum vit hava til felags – sum skaldið, Pól F. Joensen, tekur til:
"Vit eru føroyingar, serstøk tjóð,
við felags lagnu, eitt felags blóð, 
og felags minni so mong tú finnur
úr tíðarflóð."

Flaggið er okkum kært her heima á klettunum, men ikki minni úti í fjarskotnum londum.  Í Flaggsanginum sigur fólkakæra skald okkara, Hans Andreas Djurhuus, hetta soleiðis:
"Um enn nær ella fjart  ert tú sál míni kært,  sum tú fedrunum vart;  tí tú glógvar so bjart......   "

Sjálvur átti eg ein pápa, sum at kalla alt sítt vaksna lív var í langfarasigling.  Tá var siglingin ikki skipað sum nú á døgum - við t.d. einum 6 vikum úti, so 6 vikur heima, o.s.fr.  
Nei. Onkuntíð var pápi so leingi burtur, at hann kundi tykjast mær púra fremmandur, tá íð hann kom heimaftur – sólbrendur og við einum øðrvísi hugburði enn tey meira siðbundnu bygdarfólkini í bóndasamfelagnum heima á Selatrað. 
Ta einu ferðina – pápi hevði tá verið burtur í 2½ ár  -  kendi eg hann ikki, tá íð hann endiliga kom heim aftur.  Men eg minnist, at tá íð pápi tók meg á knæðið, so legði eg til merkis – her á arminum – tað eyðkenda Merkið, tað føroyska flaggið, sum hann á heilt ungum árum hevði fingið tatoverað á armin.              
Mær rennur eisini í hug barnadagarnar á Selatrað – míni føðibygd.  Øll høvdu tað nógv meira smátt tá á døgum enn nú.  Men har norðuri, í grannalagnum hjá okkum (eg vaks upp, har sum Skótadepilin er í dag) har vóru altíð fleiri fløgg at síggja – á hátíðardøgum, í gleði og í sorg.  Fólk vóru góð við flaggið og sýndu tí virðing. Tey, sum tá vóru vaksin (foreldrini hjá mær og teirra ættarlið)  mintust sjálvandi øll væl til tað stríð, sum tað hevði verið at vinna flagginum viðurkenning.              
Tey flestu flaggaðu tó mestsum bara á almennum flaggdøgum – t.d. á páskum og á flaggdegnum.  Annars varð vist bara flaggað á brúdleypsdøgum, til jarðarferðir og á stórum, rundum føðingardøgum, t.d. tá ið onkur fylti 50 ár, 75, 80, 90 og 100 ár (tað hendir seg meir enn so á Selatrað).  Tá varð dúgliga flaggað. 
Men so var tað ein eldri maður, Sjúrður við Sandá, ið starvaðist sum húskallur í grannahúsunum hjá okkum – hjá pápabeiggja mínum.  Tað var har niðri við ánna, har sum Smoltstøðin er (ella var).  Við Sandá var stórt bóndahús tá á døgum.  Tað var størsti garður í Eysturoy – og ein av teimum størstu í landinum.  Sjúrður hevði ábyrgdina av so mongum har á garðinum, m.a. at vinda flaggið á stong, tá ið so var. 
Sjúrður var ikki pírin (hann var ikki kargur) við flagginum.  Hann flaggaði fyri so mongum, sum onnur ikki flaggaðu fyri – m.a. fyri hvørjum barnaføðingardegi. 
Hesin blíði, barngóði og trúfasti, gamli húskallurin var tann, sum dugdi allar best at brúka Merkið til gleði fyri onnur – serstakliga okkum, børnini.  

Nú á døgum verður so nógv tosað um fólksins ogn – bæði á sjógvi og á landi – og fólk kunnu vera ójøvn á máli um tað.  Men tað kunnu neyvan vera fleiri meiningar um, at okkara kæra Merkið, sum veittrar í vindinum, er av sonnum fólksins ogn.  Vit eiga tað øll, stór og smá, rík og fátøk.  Og púra uttan mun til, hvønn politiskan lit, hvør einstakur av okkum kann hava.  Merkið er – og skal verða – savnandi.

Mín egna lívsleið hevur verið rættuliga umskiftandi.  Meginpartin av mínum vaksna lívi havi eg búð í útlondum.  Tá íð eg fyri 20 árum síðani flutti heim aftur til Føroya at búgva, hevði eg verið burtur í samanlagt 24 ár. 

Sum útiseti (fyrst í Danmark, so Grønlandi, síðan Canada og Amerika) – gjørdist heimlandið mær onkursvegna uppaftur meira kært.  Tá gav tað mangan eina heilt serstaka kenslu bara at síggja eitt skip við føroyskum flaggi.

Mær tykir, at okkara mæta og fólkakæra skald, Mikkjal á Ryggi, lýsir hesa kensluna so sera væl í einum av sínum vøkru sangum:
"Hvar ið vit á foldum ferðast,  
minnir heiman okkum berast   
tíðum yvir víða hav,   
birta kenslur upp í logar,   
kveikja longsulin, ið togar   
heim til landið, Gud oss gav."

Flaggið er okkara tjóðareyðkenni. 
Men tað er eisini eitt tekin um okkara samleika sum tjóð – tað, sum knýtir okkum saman sum eitt fólk – tey ting, sum vit eru saman um og eru góð við.
M.a. hetta:  at her á landi liva vit í einum demokratiskum samfelag, einum fólkaræði, hvar einstaklingurin hevur frælsi til at hugsa og trúgva, tala og skriva, eftir sínari egnu sannføring.  Hetta er ein veldugur framíhjárættur.  Tað er stór ogn í hesum.  Ja, ein sonn Guds gáva.  Meginparturin av heimsins fólkum hava ikki henda rætt. Tíverri.
Tað er sanniliga at gleðast um, at her heima hjá okkum kann ein og hvør hugsan og ein og hvør lívsáskoðan ótarnað koma til orðanna – bæði á skrift og í talu.  Gud gævi satt at tann dagur aldrin má koma her á landi, tá íð fólk kunnu verða happað og knúskað, forfylgd ella atsøkt, fyri sína lívsáskoðan og lívsstíl.  Tíansheldur fyri sína politisku ella átrúnaðarligu sannføring.

Ja, Merkið minnir okkum á okkara kæra fosturland - og á tað góða fólk, sum her býr. 
Flaggið er okkara ímynd av einum landi, har øll hava frælsi og høvi til – ekkaleys – at bera fram sína hjartans meining. 
Merkið er eisini ímyndin av einum landi, har øll eru líka fyri lógini.  Einum landi, sum gevur øllum sínum børnum, synum og døtrum, ein møguleika – eisini teimum, sum vegna sjúku ella brek eru lutfalsliga verri fyri enn onnur. 
Merkið skal ímynda eitt land, har rúm er fyri øllum, har øll hava rætt til at vera til, hava rætt til at verða sædd – og hoyrd. 
Eitt land, sum tekur sær av sínum synum og døtrum – serstakliga teimum, sum eru ringast fyri og hava mestu hjálpina fyri neyðini.

Eg vil enda við einum væl kendum ørindi eftir próst Fríðrik Petersen – í hansara framúr vakra fosturlandssangi frá 1877.  Ein sangur, sum í mong Harrans ár eisini var okkara tjóðsangur:
"Mítt føðiland! 
Tað ynski mær í hjarta er,  
at lukkan góð má fylgja tær á tíni ferð,  
so leingi sólin roðar í fjøll um morguntíð,  
og skuggi fer um grønan vøll og bratta líð.   
Gud signi mítt føðiland Føroyar."

Takk fyri.


myndir frá flaggdagshaldinum liggja á myndasavninum

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00