Fundur í trivnaðarnevndini 09.05.2017



Møtt:  Pole, Anfinn og Jákup
Umframt: Artur Skrivari: 
Anna E. Joensen     
Klokkan: 16:00-17:46


Mál nr.: 17/00039
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Hølisviðurskifti á Lítlafløtti
Avgerð: Nevndin mælir til, at Lítlifløttur sleppur at brúka lítlasal í bygdahúsinum meðan arbeitt verður við útbygging av barnagarðinum.
Nevndin og tekniski leiðarin meta, at kostnaðurin verður millum tríggjar og fýra milliónir.
Mælt verður til at velja eina bygginevnd at taka sær av málinum.
Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 15-23-85
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Køkur í bygdahúsinum.   
Kunning. Arbeiðið gongur væl. 
 

Mál nr.: 17/00009
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Miðstaðarøki 
Arbeiða víðari við málinum


Mál nr.: 17/00076
Reist av: GSD-felagið
Viðgerð: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at játta stuðul


Mál nr.: 17/00048
Reist av: Reidar F. Joensen
Viðgerð: Myndatøka
Avgerð: Kanna hvat tað kostar av taka eina myndarøð av Sjóvar kommunu.


Mál nr.: 17/00049
Reist av: Barnakórum 
Viðgerð: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at stuðla við kr. 3.000,00


Mál nr.: 17/00052
Reist av: Róðrarsambandi Føroya
Viðgerð: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul


Mál nr.: 17/00056
Reist av: Oddvør Skarðhamar
Viðgerð: Uppskriftsbók
Avgerð: Samtykt ikki at játta umsókini


Mál nr.: 17/00057
Reist av: Seniorfestivalurin
Viðgerð: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at játta umsóknini


Mál nr.: 17/00058
Reist av: Blái Krossur Føroyar
Viðgerð: umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul