Sjovarkommuna

Fundur í teknisku nevnd 15.05.2017



Møtt:  Lisa, Steingrím og Súni
Umframt: Artur
Skrivari: Anna E. Joensen     
Klokkan: 19:00-21:22


Mál nr.: 16-44-45
Reist av: Dan André Rasmussen
Viðgerð: Septiktangi
Avgerð: Nevndin heldur fast við, at eigarin sjálvur eigur at gera arbeiðið í tøttum samstarvi við tekniska leiðaranum hjá kommununi.  
Annars er nevndin samd um, at skal kommunan gera arbeiðið, verður rokning send.


Mál nr.: 17/00053
Reist av: Ragna Gregersen
Viðgerð: Vegforðingar í Eyrgøtu
Avgerð: Nevndin kannar, hvat er best at brúka í samband við ferðslutrygd á kommunalum vegi.
Arbeiða víðari við málinum.


Mál nr.: 17/00045
Reist av: Ann Randi Jacobsen
Viðgerð: Flyta lyktapela
Avgerð: Samtykt at flyta lyktapelan, sum stendur í innkoyringini til matr. nr. 686.


Mál nr.: 17/00054
Reist av: Dan Danielsen
Viðgerð: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðara.


Mál nr.: 16-23-93
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Sparkivøllir
Avgerð: Málið er lagt fyri fíggjarnevndina.



Mál nr.: 15-23-85
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Umvælingar í bygdahúsinum
Avgerð: Nevndin er samd um, at takið í bygdahúsinum treingir til at skiftast, og mælir til biðið verður um tilboð til at skifta takið og gera tætt tróður.
Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 14-42-100
Reist av: Høj Flutningur
Viðgerð: Umsókn um byggiloyvi 
Avgerð: Umsitingin kannar við FuglArk. um loyvi skal gevast eftir BK17.


Mál nr.: 16-42-94
Reist av: Georg Jacobsen
Viðgerð: Umsókn um byggiloyvi
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðara.


Mál nr.: 15-21-86
Reist av: Stranda skúla
Viðgerð: Skrivstovur til leiðsluna
Avgerð: Verður tikið við í fíggjarætlanararbeiðið fyri 2018.


Mál nr.: 14-19-62
Reist av: Skúlaheilsufrøðinginum
Viðgerð: Høli í skúlanum
Avgerð: Verður tikið við í fíggjarætlanararbeiðið fyri 2018


Mál nr.: 15-21-87
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Skifta ketil í skúlanum
Avgerð: Verður tikið við í fíggjarætlanararbeiðið fyri 2018


Mál nr.: 14-24-02
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Skúlagarðurin
Avgerð: Tekniski leiðari tekur sær av málinum.


Mál nr.: 17/00043
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Ferðslutrygd við tunnilin 
Avgerð: Biðja landsstýrismannin eftir einum fundi um málið.

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170511 7002

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00