Útstykking - tilmeldingarlisti

Hálsatjørn


Á kommunustýrisfundi tann 29. mai 2017, bleiv tilmeldingarlisti til útstykkingarætlanir við Hálsatjørn og á Fríðufløtur samtyktur

Sjóvar kommuna – tilmeldingarlisti til grundstykki við Hálsatjørn og á Fríðufløtum


Sjóvar kommuna hevur gjørt tvær útstykkingarætlanir, eina við Hálsatjørn og eina á Fríðufløtum, og er nú møguleiki til at seta seg upp á tilmeldingarlista.  Tilmeldingarlistin skal eisini nýtast sum ein vegleiðing, soleiðis at vit lættari kunnu taka støðu til, hvussu nógv grundstykkir verða gjørd í fyrsta umfari.

Fyrsta tilmeldingarskeið er frá 1. juni til 1. juli 2017.  Eftir 1. august verður lutakast um raðfylgjuna á listanum.  Tá ið útstykkingin er endaliga góðkend og projekterað, verður møguleiki at velja sær stykki vísandi til raðfylgjuna. 

Fyri at koma á tilmeldingarlistan, og tryggja øllum javnbjóðis møguleika, eru niðanfyri settu treytir galdandi:

1.    Tú skalt verða fylt/ur 18 ár.

2.    Gjald fyri at standa á bíðilista er 30.000 kr., sum skal rindast til Sjóvar kommunu.  Tilmeldingin er ikki galdandi fyrr enn peningurin er okkum í hendi. Tilmeldingargjaldið verður endurrindað, um tú ynskir at taka teg av listanum, og annars drigin frá, tá grundstykkið skal gjaldast.

3.    Tú skalt hava ítøkiligar ætlanir um at byggja sethús á stykkinum. Innan eitt ár eftir at skeytið er tinglýst, skal umsókn um byggiloyvi fyriliggja.



Tilmelding til grundstykki við Hálsatjørn og á Fríðufløtum verður at senda skrivliga til:

Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490  Strendur


ella: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

ella á tlf. nr. 472727 yrkadagar millum kl. 8:00 og 12:00

Tú verður biðin um at upplýsa navn, føðingardag, bústað, telefonnummar og teldupostadressu.

Hálsatjørn

Fríðufløtur