Sjovarkommuna

Pensionistafelagið útferð

vidareidi

Farið verður til Viðareiðis sunnudagin 11. juni 2017, og ikki 19. juni sum áður lýst.

Bussurin fer frá pensionistahúsinum kl. 9, har er gott pláss at seta bilin. Koyrt verður
til Hvannasunds, har farið verður í nýggja kirkjuhúsið at eta morgunmat áðrenn
kirkjugongd kl. 12, har Jóannes Fonsdal hevur barnaguðstænastu.
Aftaná guðstænastuna fáa vit møguliga frágreiðing um kirkjuna og annars tað, sum
vit hava hug at spyrja um.

Síðani verður koyrt til Viðareiðis, har vit fáa ein góðan 3 rættaðan døgurða, menuin er:
forrættur fiskarættur, høvuðsrættur lomvigabringa og omaná verður rabarbutrifla, 
møguleiki verður at keypa sær øl, vín ella sodavatn aftur við døgverðanum, sum tit
gjalda fyri sjálvi, sjálvandi er vatn eisini á borðinum.

Tá døgurðin er komin niðurum og vánandi øll eru mett og væl sett, verður farið við
bussinum heimaftur. Roknað verður við at verða aftur á Strondum millum kl. 17 og 18.

Fyri alt hetta hevur nevndin tikið avgerð um, at hvør luttakari skal gjalda kr. 100,00,
sum verður goldið tá bussurin byrjar at koyra.

Tekning til túrin fer fram við at senda sms, teldupost ella facebook.
sms boð til: tlf. 22 08 64, teldupost: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den., facebook: Martin Rasmussen, boðklivin.

Sjálvandi kann eisini ringjast beinleiðis á 22 08 64 ella onkran nevndarlim:

Sigrun Danielsen     tlf. nr. 21 24 50
Samson Johansen  tlf. nr. 74 77 86
Signar Jacobsen     tlf. nr. 74 71 28
Oda Frederiksberg  tlf. nr. 44 71 87

Síðsta freist at melda seg til túrin er fríggjadagin 9. juni 2017.

Vegna nevndina fyri Sjóvar Sóknar Pensionistafelag

Martin Rasmussen

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00