Sjovarkommuna

Fundur í trivnaðarnevndini 13.06.2017



Møtt:  Pole, Anfinn og Jákup
Umframt: Artur
Skrivari: Anna E. Joensen     
Klokkan: 16:00-17:30


Mál nr.: 17/00039
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Hølisviðurskifti á Lítlafløtti 
Avgerð: Kunning. Nevndin arbeiðir víðari við málinum.


Mál nr.: 17/00066
Reist av: Stranda kvøldskúla
Viðgerð: Umsókn um at víðka tilboðið til pensionistar 
Avgerð: Nevndin mælir til at játta fleiri tímar og at fyritíðarpensionistar fáa tilboð um venjing.
Nevndin mælir frá at keypa crossfitmaskinu, grundað á, at vit ikki eiga maskinurnar, sum verða brúktar í dag.
Nevndin mælir til, at gjaldið fyri venjing verður kr. 400,00 um árið.  
Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 17/00048
Reist av: Reidar F. Joensen
Viðgerð: Myndatøka
Avgerð: Nevndin er samd um, at tað hevði verið gott við myndum av bygdunum.
Lagt fyri kommunustýrið til umrøðu.


Mál nr.: 17/00067
Reist av: M5, Vinnuháskúlin
Viðgerð: Umsókn um stuðul til námsferð
Avgerð: Samtykt ikki at játta stuðul


Mál nr.:  17/00069
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Vaskifólk til skúlan
Avgerð: Samtykt at søkja eftir vaskifólki til skúlan at byrja uml. 15. august.


Mál nr.:  17/00070
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Eykajáttan til Lítlafløtt 
Avgerð: Nevndin mælir til at játta kr. 500.000 til starvsfólk til barnagarðsstovu í bygdahúsinum og kr. 100.000 til útgerð til stovuna.
Lagt fyri fíggjarnevndina.

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00