Sjovarkommuna

Borgari nummar 1.000

IMG 7434
Borgfríð og Eliesar eiga borgara nummar 1.000 í Sjóvar kommunu

 



IMG 7409
Hetta er triðju ferð, at vit eru fleiri enn 1.000 fólk í Sjóvar kommunu.
Fyrstu ferð var seinast í 80’unum og so aftur fyrst í hesi øldini,
tá fólkatalið eitt skifti var komið upp á 1.048.
Men so kom vend í, burðartalið fall og fólk fluttu úr bygdunum,
og vit hava verið heilt niðri á 932 fólkum.

IMG 7414
Men leygardagin 24. juni, kl. 8:52, tá lítla dóttir Borgfríð Nybo Hansen og Eliesar Fróða Høj
á Strondum varð fødd, komu vit upp um 1.000 aftur.



IMG 7419
Lítla gentan, sum eigur fimm eldri systkin, vigaði 3.170 gr. og var 50 cm. long.
Hon hevur ikki fingið navn enn. “Tað verður ikki alment fyrr enn hon verður doypt”, sigur stolti pápin.


IMG 7427
Í gjár vórðu mamma og dóttir útskrivaðar av Landssjúkrahúsinum, og komu heim á Strendur.
Borgarstjórin fór at heilsa upp á nýggja borgaran, og við sær hevði hann eina heilsan frá Sjóvar kommunu.


IMG 7432
Hjartaliga til lukku við dóttrini við ynskjum um bjarta framtíð.


 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00