Sjovarkommuna

Fylgjarakort til fólk, ið bera brek

MBF
fólk, ið bera brek, hava rætt til at hava ein fylgjara við sær, tá tey ætla at ferðast


Leiðreglur fyri fylgjarakort til fólk, ið bera brek.

1. Endamál
Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast  ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran.

2. Hvør hevur rætt til fylgjarakort
Fylgjarakort verður útflýggja fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra, hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og er ikki treytaður av aldursmarki.

3. Umsiting
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) hevur um hendi alla umsiting av fylgjarakortinum.

4. Umsókn
Umsókn um fylgjarakort skal fyllast út á serligum skjali, ið fæst við at venda sær til MBF á annaðhvørt www.mbf.fo ella á skrivstovuni á Íslandsvegi 10 C í Tórshavn. Umsóknaskjalið verður at senda til MBF, sum viðgerð umsóknina og tekur avgerð um, hvørt fylgjarakort verður útflýggja umsøkjara.

5. Skjalprógv
Tá ið søkt verður um fylgjarakort, skal tørvurin á fylgjara kunna skjalprógvast við minst einum av niðanfyristandandi skjølum ella játtanum:

5.1 Læknaváttan
Útgangsstøðið er, at tørvurin skal verða skjalprógvaður við læknaváttan frá egnum lækna.

5.2 Góðkenning til ymsar almennar veitingar
Læknaváttan krevst tó ikki, um umsøkjari kann skjalprógva, at viðkomandi er góðkendur at fáa eina av niðanfyristandandi veitingum ella hevur góðkendan limaskap.
• Bútilboð á stovni ella sambýli
• Parkeringsskelti fyri fólk, ið bera brek
• Játtan um stuðul til at keypa bil, sbrt. kunngerð um stuðul til at keypa bil o.a. sbrt. forsorgarlógini
• Viðkomandi er limur í Blindafelag Føroya. (Talan skal vera um fullan limaskap, ið er treytaður av, at eygnalækni váttar, at sjónin er undir 10%. Talan er sjálvsagt ikki um stuðulslim)

5.3 Serlæknaváttan
Ein serlæknaváttan, ið prógvar tørvin á fylgjara, kann verða nýtt sum skjalprógv í staðin fyri læknaváttan frá egnum lækna. Metir MBF, at serlæknaváttanin ikki er nøktandi, hevur MBF heimild til harumframt at krevja læknaváttan frá egnum lækna.


6. Gjald
Fylgjarakortið kostar kr. 200,-


7. Gildistíð og endurnýggjan av fylgjarakortinum
Fylgjarakortið hevur gildi í 3 ár. Eftir hetta skal tað endurnýggjast við at senda inn nýggja umsókn saman við haldgóðum skjalprógvi fyri tørvin á fylgjara.


8. Treytin fyri nýtslu av kortinum
Kortið er galdandi á øllum støðum, har MBF hevur gjørt avtalu við myndugleikar, feløg og onnur.

Kortið skal nýtast sum skjalprógv fyri, at kortánarin hevur tørv á fylgjara við sær, tá ið viðkomandi ferðast ella luttekur í tiltøkum.

Kortánarin skal gjalda fyri seg, men við at vísa fram kortið, tá ið goldið verður, hevur viðkomandi rætt at hava í mesta lagi ein fylgjara við sær og onki gjald verður tá tikið fyri fylgjaran.


9. Afturkalling
Kortánarin hevur skyldu til at boða MBF frá, um broytingar vera í viðurskiftum, sum hava týdning fyri fortreytirnar fyri at kortið varð útflýggjað.

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00