Sjovarkommuna

Vit vildu hava grótið

IMG 6799
men av tí, at Tórshavnar kommuna allíkavæl vildi hava grót, fingu vit bara ein lítlan
part av tí, vit væntaðu



Nú so nógv hevur verið tosað um grótið úr Eysturoyartunlinum, sigur Artur Johansen, borgarstjóri, at vit vóru eisini klár at taka ímóti øllum grótinum.

- Sjóvar kommuna hevði, saman við Nes- og Runavíkar kommunum ætlanir um at fáa alt grótið úr tunlinum, eisini tað, sum kemur upp streymoyarmegin.

- Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, segði í KVF, at vit vildu hava alt grótið, og eg kann bara vátta, at so er. Ætlanin var, at vit skuldu býta grótið ímillum okkum, soleiðis, at vit fingu 20%, Nes kommuna 22% og Runavíkar kommuna 58%. Vit vildu eisini gjalda fyri flutningin av grótinum. Ætlanin var, at ein fyribils atløgubryggja skuldi gerast við Hvítanes, og so flytast inn á Skálafjørðin, sigur Artur.

- Vit vóru komin rættuliga langt í samráðingunum við tunilsfelagið, men so komu boðini um, at Tórshavnar kommuna skuldi hava grótið allíkavæl. Eg eri samdur við Torbirni Jacobsen tá hann sigur, at kommunurnar eru brúktar sum jarnbrot í samráðingunum við Tórshavnar kommunu, sum helst ikki vildi, at grótið skuldi enda á Skálafjørðinum.

- Vit ætlaðu at brúka grótið til eitt ídnaðarøki, og møguliga til vegin til Selatraðar, sum øllum kunnugt, er sera smalur og ringur at koyra eftir, men tá avtornaði fingu vit bara ein lítlan part av tí gróti, sum vit væntaðu, sigur borgarstjórin.

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00