Sjovarkommuna

Jóngerð Guttesen leiðari í Roðanum

Jongerð


Stýrið fyri Roðan hevur samtykt at seta Jóngerð Guttesen í starv sum leiðari fyri økistænastuna Roðan. Samstarvið telur Runavíkar, Nes – og Sjóvar kommunu.

Tá umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 9 umsóknir komnar til starvið sum leiðari fyri Roðan.

Jóngerð Guttesen, sum býr í Hoyvík, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og diplomleiðari og gerst skjótt Master í almennari leiðslu.

Jóngerð hevur 15-ára royndir á eldraøkinum, fyrst sum sjúkrarøktarfrøðingur, síðani varaleiðari og leiðari á røktarheimum, m.a. sum fyrsti leiðarin á Boðanesheiminum, og síðani 2014 sum eindarleiðari í Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Økistænastan telur um 200 starvsfólk, sum arbeiða í 23 bygdum við eini 6.000 íbúgvum. Økistænastan fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli, dagtilhald fyri minnisveik og røktarheim.

Jóngerð tekur við starvinum eftir summarferiuna.



Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00