Sjovarkommuna

Video- og ljóðlist í Norðragøtu

Jens L. Thomsen Eysturkommuna
Jens L. Thomsen skal listprýða býráðshúsið hjá Eysturkommunu

 



Eysturkommuna hevur skrivað undir avtalu við Jens L. Thomsen um listprýðing av nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu.
Talan er um heldur øðrvísi listprýðing við brúk av video- og ljóðlist, ið kann síggjast og hoyrast uttanífrá.

Í býráðssalinum er eitt op í gólvinum, har til ber at eygleiða ánna. Ætlanin er at hava ljós í ánni, sum lýsir úr vatninum upp gjøgnum opið í gólvinum og teknar livandi endurspeglingar av ánni á loftið í salinum. Video- og ljóðlistaverkið tekur listarligt støði í ljósinum, ið kemur gjøgnum opið. Til tess at skapa eina heildarmynd verða video- og ljóðupptøkur gjørdar av vatni og náttúru kring Eysturkommunu.

Myndamálið og tilfarið, ið verður savnað saman úr ymsum støðum í kommununi, lýsa fjølbroytni og ymiskleika, meðan viðgerðin, har myndir og ljóð verða smeltað saman, ber boð um samljóð og lýsir kommununa sum eina eind. Ljóð, litir og skapið av myndum tekur samstundis atlit til umhvørvið kring bygningin, og íblástur verður tikin frá ósanum, havinum, himmalhálvinum, fjøllunum, umframt byggisniðinum.

Tøknin verður gjørd so duld og anonym sum gjørligt við at varpað myndirnar upp á veggin í móttøkuni og at brúka nýtøkniligar hátalarar, ið gera, at ljóðið strálar av glasfasaduni. Talan er um so at siga ósjónligar hátalarar, ið kunnu festast á rútar, sum so virka sum hátalaramembranur.

kelda: www.eysturkommuna.fo


Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00