Sjovarkommuna

Námsfrøðiligur stuðul í Stranda skúla

stuðul
søkt verður eftir stuðli til næming í miðdeildini

 

 

Námsfrøðiligur stuðul í Stranda skúla


Søkt verður eftir einum stuðli til næming í miðdeildini at arbeiða alt skúlaárið 2017/2018.


Starvið er 1056 námsfrøðiligir tímar.
Søkt verður eftir stuðli, sum
-undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
-dugir at samstarva og vera fyrikomandi
-eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum


Førleikakrøv:
Tann, ið verður settur í starv, skal helst hava námsfrøðiliga útbúgving ella samsvarandi førleika. Fyrimunur er eisini, um umsøkjarin hevur royndir at arbeiða við næmingum við serligum tørvi.

Um umsøkjari við námsfrøðiligari útbúgving ikki søkir, kann hjálparfolk verða sett í starv.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið

Umsóknir:
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. august 2017 kl. 13.00, og skulu sendast til

Hans Petur Jacobsen,
Strandatún 17,
490 Strendur,

ella

Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 472732 ella tlf. 232730.

-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170602 0661

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00