Sjovarkommuna

Lítlifløttur

litliflottur tur
elstu barnagarðsbørnini flyta í bygdahúsið

 


Síðani 2006 hevur Lítlifløttur verið karmurin hjá okkara yngstu børnum. Umstøðurnar eru framúr góðar, bæði inni og úti. Lítlifløttur er staðsettur í einum serliga mennandi øki, har tað er frítt fyri eystureftir, fótbóltsvøllur og bygdahús eru sunnanfyri og avbjóðandi lendi er vestur- og norðureftir. Fossurin og áin norðanfyri leggja ein sissandi og hugvekjandi dám á gerandisdagin, og hagalendi vestureftir, við homrum, heyggjum og gilum, leggur upp til nógvar túrar, sum vekja ansin fyri náttúru, fenaði og fuglalívi og styrkja motorikk og koordinatión bæði hjá børnum og vaksnum.

Pláss er fyri umleið 100 børnum, frá vøggustovu og upp til 2. skúlaflokk, og støddin á stovninum hevur higartil verið sera passandi, og vit í kommununi hava verið sera glað fyri stovnin og eisini børn og foreldur lata sera væl at umstøðunum.

Longu eftir summarfrítíðina 2016 merktu vit eina øking í barnatalinum og innskrivingunum á Lítlafløtti, og økingin bleiv við at halda fram, soleiðis, at kommunustýrið tíðliga á vári í ár tók avgerð um, at vit máttu gera átøk fyri at vaksa um hølini og á tann hátt kundu nøkta ansingartørvin.

Sum eina fyribilsloysn hevur kommunustýrið saman við leiðsluni á Lítlafløtti valt at lata eina barnagarðsstovu upp í bygdahúsinum, sum liggur beint við Lítlafløtt. Umstøðurnar inni í bygdahúsinum eru eisini sera góðar, og Lítlifløttur fer at bjóða teimum elstu barnagarðsbørnunum at halda til í matstovuni og gamla køkinum í bygdahúsinum.

Av tí, at hesin parturin av bygdahúsinum verður brúktur til barnaansing, so verður minni pláss til annað alment og kommunalt virksemi í bygdahúsinum, men tað verður av øllum alvi arbeitt við at finna ta bestu varandi útbyggingarloysnina, soleiðis, at bygdahúsið kann nýtast sum bygdahús og hølistørvurin á barnaansingarøkinum verður nøktaður langt inn í framtíðina.

 

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00