Sjovarkommuna

Íblástur til dreymaheimið

37874 BNFO Bustadartiltak website 546x150
í skúlanum hóskvøldið 5. oktober

 

Av tí, at menninir hjá St.Í.F spæla dyst í Kollafirði mikukvøldið, hava vit gjørt av at flyta tiltakið til hóskvøldið 5. okt., kl. 19:30, so fleiri fáa møguleika at luttaka.
Banknordik og Trygd eru stuðlar hjá St.Í.F og ynskja vit alt tað besta við dystinum í morgin.


Íblástur til dreymaheimið - Temakvøld um nýbygging og umbygging   

Annaðhvørt tú skalt byggja hús ella hevur ætlanir um at umvæla bústaðin, so er nógv at taka støðu til. Hvat skalt tú hugsa um, tá tú teknar títt dreymaheim, og hvat slag av orkuskipan loysir seg best at velja? Hesir og nógvir aðrir spurningar verða svaraðir á okkara bústaðartiltøkum, har tú fært bæði kunning og íblástur.

Kom og hoyr byggifrøðingin greiða frá, hvat tú skalt hugsa um, áðrenn tú fert í gongd við at byggja ella umbyggja. Fá meira at vita um orkuskipanir til bústaðin frá einum veitara, sum fer at vísa á ymiskar loysnir og greiða frá, hvørji atlit skulu takast, áðrenn tú velur røttu orkuskipanina til tín bústað.

Harumframt fært tú kunning um fígging í sambandi við nýbygging og umvæling, og um hvussu tú tryggjar bústaðin best - bæði meðan bygt verður og aftaná.


Kunning um tiltøkini:

Hóskvøldið 5. oktober, kl. 19:30 í Stranda Skúla.

Á skránni:
◾Umboð frá Sjóvar kommunu greiða frá um bústaðarmøguleikar og mannagongdir, tá søkt verður um byggiloyvi.
◾Magni Thomsen frá EM Ráðgeving tosar um, hvat tú skalt hugsa um, tá tú skalt byggja ella umvæla bústaðin.
◾Rúni Leitisstein frá Zacharias Leitisstein og Høgni Nielsen frá Svend Krosstein tosa um orkuloysnir til bústaðin.
◾BankNordik og Trygd greiða frá møguleikum fyri fígging og trygging í sambandi við bygging og umbygging.

Vit bjóða kaffi/te og okkurt leskiligt afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tú kanst tekna teg til tiltakið á heimasíðuni hjá BankNordik: www.banknordik.fo

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00