Sjovarkommuna

Grundupphæddin skal vera skattafrí

pengar
hetta merkir, at kommunurnar missa 25,3 mió. í skattainntøkum



Tíðindaskriv frá Kommunufelagnum:

At skrýða seg við læntum fjaðrum
Tað er ikki sørt, at løgmaður, landsstýrisfólk og tingfólk í sambandi við fíggjarlógaruppskotið heiðra seg sjálvi og hvørt annað fyri at hava givið fyritíðarpensjónistum 1.000 kr. meir um mánaðin.
Øll gleðast helst um, at hesi bólkurin av borgarum fær ein lætta. 

Tað sum ikki kemur fram er, at broytingarnar aftanfyri hendan lætta ikki kosta landskassanum nakað, men geva landskassanum eitt yvirskot á 9,4 mió. kr. Kommunurnar hinvegin missa við uppskotinum 25,3 mió. kr.

Landsstýrið hevur gjørt av at geva fyritíðarpensjónistum 1.000 kr. afturat um mánaðin frá 2018 at rokna.

Grundarlagið undir broytingini
Hetta verður gjørt við at gera grundupphæddina hjá fyritíðarpensjónistum skattafría. Tað kostar landskassanum 12,5 mió. kr. og kommunukassunum 25,3 mió. kr. í mistum skattainntøkum.
Men fyritíðarpensjónistar fáa  eisini eina viðbót. Hendan kann nú lækkast munandi og framhaldandi geva fyritíðarpensjónistum ein lætta. Landið lækkar viðbótina við samanlagt 21,9 mió. kr.
Samanlagda úrslitið: Kommunurnar fáa 25,3 mió. kr. minni inn í skatti. Landið fær 12,5 mió. minni inn í skatti. Hinvegin sparir landið 21,9 mió. kr. við at lækka viðbótina til fyritíðarpensjónistar.
Samanlagt fær landskassin eina meirinntøku á 9,4 mió. kr.

Broytingarnar hava sostatt við sær eina meirinntøku fyri landskassan á 9,4 mió. kr., ímeðan kommunurnar missa heilar 25,3 mió. kr. í inntøkum.

Um at skrýða seg við læntum fjaðrum
Tá ið hugt verður í fjølmiðlar og á sosialar miðlar, so fær borgarin varhugan av, at tað hevur verið eitt tógvið politiskt stríð at fingið hendan lættan til vega.
Men framhaldandi verður ikki eitt orð greitt um, hvussu hetta er fíggjað, ikki eitt orð um, at hendan raðfesting landsstýrisins gevur landskassanum eina meirinntøku á næstan 10 mió. kr.
Tað er lagamanni at raðfesta, tá ið onnur gjalda, men tað er lítið virðiligt at skrýða seg við læntum fjaðrum.

Um framtíðar samstarv
Seinastu tíðina hevur Fíggjarmálaráðið verið nógv frammi við boðskapinum um, at land og kommunur eiga at finna ein samstarvsleist, sum kann gera, at búskaparstýringin hjá landi og kommunum verður betri samskipað. 
Sama Fíggjarmálaráð, sum tosar um betri samskifti og virðiligt samstarv millum geirarnar, hevur við einum pennastroki útskrivað kommununum eina rokning uppá 25,3 mió. kr.
Hetta er hent uttan nakra kunning ella ávaring yvirhøvur. Vóru útlitini fyri samstarvi vánalig frammanundan, so eru tey burtur í dag.

Kommunufelagið kann ikki góðtaka framferðina hjá landsstýrinum og fer á stýrisfundi seinni í vikuni at viðgera íkomnu støðuna.

Vegna Kommunufelagið
Dennis Holm, formaður

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00