Sjovarkommuna

Almenn móttøka fyri Tordi og Jóngerð

Jóngerð GuttesenTordur Niclassen
fríggjadagin 13. oktober



Fríggjadagin hin 13. oktober kl. 17 verður skipað fyri almennari móttøku í samtakinum Roðin, ið er økistænastan sum Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um. Leiðaraskifti er orsøkin, nú Tordur J. Niclasen hevur valt at fara frá fyri aldur og Jóngerð Guttesen hevur tikið við leiðsluni. Móttøkan verður á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.

Tordur J. Niclasen, sum er seyrvingur, er fyrsti og einasti leiðarin á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, sum varð tikið í brúk í oktober mánaða í 1983. Í november mánaða 2015 gjørdist hann leiðari fyri Roðanum, og fyri kortum legði hann frá sær fyri aldur. Tordur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur nomið sær leiðslukunnleika á ymiskum skeiðum. Umframt starvið á Ellis- og Røktarheiminum hevur Tordur eisini ferðast á politiska pallinum. Hann hevur verið løgtings- og landsstýrismaður og í 8 ár var hann borgarstjóri í Eiðis kommunu, har hann og Sigrun og børn teirra hava búð seinastu mongu árini.

Í summar gjørdi stýrið fyri Roðan av, at seta Jóngerð Guttesen í starvið sum leiðari fyri Roðan. Roðin fevnir um økistænastuna, sum húsast á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, Vesturskin á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum, í Dagtilhaldinum á Skála, á Heiminum á Mýrunum og sum leigar seg inn m.a. í Heilsudepilin í Runavík.

Jóngerð Guttesen (fødd Larsen) er ættað og uppvaksin í Fuglafirði. Hon er gift Jóannesi Guttesen og eiga tey børnini Karin, Knútur og Daniu. Tey búgva í Hoyvík.

Jóngerð er upprunaliga sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari – serliga innan økistænastu og eldrarøkt. Hon hevur útbúgving sum bachelor í leiðslu og í løtuni er hon sjálvlesandi til master í almennari leiðslu við Suðurdanska Lærda Háskúlan í Odense/Aarhus.

Arbeiðsroyndir hennara fyri starvssetanina sum leiðari fyri Roðan eru m.a.: Sjúkra-røktarfrøðingur á føðingardeildini A2 á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrarøktarfrøðingur á Røktar- og umlættingarheiminum Lágargarði. Varaleiðari og deildarleiðari á Røktar- og umlættingarheiminum Lágargarði. Leiðari fyri Stuðulsfólkaskipanini fyri børn hjá Almannaverkinum. Leiðari fyri Boðanesheiminum og eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Stýrið fyri Roðan takkar Tordi fyri tænastuna í nærum 35 ár, og ynskir Jóngerð blíðan byr í starvinum sum leiðari í ókomnum døgum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa teimum báðum fríggjadagin í vikuni kl. 17 - í Friðartúni í Runavík.


Stýrið fyri Roðan

Tórbjørn Jacobsen, formaður

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00