Sjovarkommuna

St.Í.F 75 ár

Fjepparar
Hjartaliga til lukku við degnum



11. okt. 1942 hevði Stranda ítróttarfelag stovnandi aðalfund í dansistovuni á Strondum. Lógir felagsins vóru framlagdar og góðtiknar.

Fyrsta stjórn felagsins var henda:

•Carl Andreasen  formaður 
•Carl Olsen  næstformaður 
•Hans Jacob Simonsen  kassameistari 

Limagjaldið var sett til 5 kr. um árið. Viðtikið var at fara undir at gera ein fótbóltsvøll. Samstundis var álagt øllum limunum sum plikt, at arbeiða 30 tímar um vikuna upp á hann, konufólk skuldu tó verða undantikin.
Somuleiðis var samtykt, at heita á sóknarstýrið um studning at gjalda arbeiðsformann og amboð til innadura fimleik fyri. Viðtikið var, at Stranda ítróttarfelag skuldi teknast sum limur í ÍSF.
Tá felagið var stovnað, vóru 53 limir á fundi, 42 mannfólk og 11 konufólk.

Fyrsti landskappingardystur hjá StÍF í hondbóltið var leiktur 30 mai. 1943 á Strondum. Tað var Havnar Fimleikarafelag, ið kom við einum mansliði, og var úrslitið av dystinum javnleikur 5-5.

Strandingarnir, sum spældu, vóru hesir:
•Hans Jacob Poulsen (í Sjóvargerði),  frammi 
•Poul Johs. Johansen (Hanniba),  afturi 
•Bartal Gregersen (í Stovugerði),  afturi 
•Petur Joensen (uppi í Trøð),  afturi 
•Poul Johs. Johansen (úti á Trøð),  málmaður 

1. manslið gjørdist føroymeistari í 1943- 44- 45.
Í 46 og 47 vóru eingi manslið at spæla ímóti, og datt hondbólturin tí meir og minni niðurfyri.
Strandingar komu ikki at luttaka aftur í landskappingini fyrr enn í 1958, og hava luttikið í landskappingini á hvørjum ári síðani, uttan í 1973.

Fyrst í 60'unum fingu menn so stóran áhuga fyri kappróðri, og úrslitið var, at strandingar heittu á Niclas í Koltri um at byggja eitt áttamannafar til kappróður.
Hetta játtaði hann, og kom báturin, ið fekk navnið, Strandigurin, til bygdina í 1963, sama ár sum línubáturin Srandingur var bygdur.
Tey fyrstu árini Strandingur róði, gekk væl; vanliga sum nr. 2 ella 3, tó megnaði teir ongantíð at føra sigur heim.

StÍF hevur eisini havt flogbólt á skránni, men er hetta dottið niðurfyri.
Nú er tað hondbólturin, sum felagið arbeiðir við.frammi.

kelda: www.stif.fo


Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00