Sjovarkommuna

Inngarðsútskiftingin komin í gildi

strendur3útskifting
nú eru færri enn 1.000 jarðarstykki á Strondum



Broytingartíðir eru á Strondum.

Frá í gjár, 25. okt. 2017, er stóra útskiftingin innangarðs komin í gildi, og henda ger jarðarviðurskiftini í bygdini munandi einfaldari, tí jørðin, sum áður var smábýtt, er nú vorðin savnað í størri lutir.
Fyri útskiftingina vóru oman fyri 2.000 jarðarstykki á Strondum. Nú eru tey eini 1.000 færri. Kommunan hevur í sambandi við útskiftingina ognartikið lendi til framtíðar útbyggingar, og hædd er eisini tikin fyri undirsjóvartunlinum, har hann kemur upp á Strondum.

Umhvørvisstovan hevur teknað matrikulkortið av nýggjum, og nýggja eigindómsskipanin sæst nú á www.kortal.fo. Matrikul og tingbók verða nú førd samsvarandi, og hetta arbeiðið verður fullført næstu 2-3 vikurnar.
Eftir er at seta nýggju markini av á staðnum, og tað arbeiðið byrjar væntandi í komandi viku.

Niðanfyri er støðan fyri og eftir útskiftingina víst av parti á Strondum.

Strendur1 útskifting


Strendur2útskifting


kelda: www.us.fo

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00