Sjovarkommuna

Fundur í vinnunevndini 13.11.2017

Møtt:               Jákup Berthelsen        Steingrím Jacobsen                 Anfinn Gærdum

Harumframt:   Artur Johansen                                               

Skrivari:          Julia Kass

Klokkan:         17:00 – 19.00

 

Mál nr.:          15/00073 Vinnuøkið og bátahylur innan fyri Langanes

Reist av:          Sjóvar kommunu

Viðgerð:          Kanna hvussu nógv m3 skulu til, um vit fylla 15 m longur út frá norðara enda    á vinnuøkinum, og kannað hvussu nógvir m3 fara til grótkastið (pirin)

Avgerð:            Arbeiða víðari við málinum.



Mál nr.:          15/00088   Sjk. Endurskoða byggisamtyktina

Reist av:          Sjóvar kommuna

Viðgerð:          Uppskot um at leggja eitt øki av undir Knarvasteini (norðanfyri núverandi grótbrot) til parkering av lastbilum og størri arbeiðsamboðum.

Avgerð:           Mæla til at seta øki av til parkeringspláss. Lagt fyri kommunustýri.


Mál nr.:          17/00105   Fíggjarætlan 2018

Reist av:          Sjóvar kommuna

Viðgerð:          Vinnunevndin ynskir at fáa pengar settar av til kanningararbeiði hvat gerast kann við havnalagið á Hulki, herundir eisini at gera pullartar.  

Avgerð:            Vinnunevndin mælir til at seta 1,5 mio kr. av í fíggjarætlanini 2018

 

Mál nr.:          17/00120

Reist av:          Sp/f C. Christiansen, umsókn um leigu av øki

Viðgerð:          Vinnunevndin er sinnað at leiga teimum eitt øki.

                         Tekniski leiðarin finnir eitt hóskandi øki inni á Hulki.

Avgerð:             Tekniski leiðarin finnir eitt hóskandi øki inni á Hulki.

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00