Sjovarkommuna

Barnatalið nógv økt í Sjóvar kommunu

litliflottur4

Tað eru bara fá ár síðan, at vit umhugsaðu at steingja eina stovu á Lítlafløtti,
men sum gongdin er nú, noyðast vit at útbyggja ansingarstovnin, sigur Artur
Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

Tað var tann tíð, tá bara seks børn vórðu fødd eitt ár í Sjóvar kommunu, men í dag er øðrvísi.

Artur Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at barnatalið er í stórum vøkstri.

-Heilsusysturin hjá okkum fylgir heilsustøðuni hjá pinkubørnum – heilt úr móðurlívi, og til hesi fara úr fólkaskúlanum.

Borgarstjórin vísir á, at higartil í 2017 eru 21 børn fødd av mammum, sum búgva í Sjóvar kommunu.

-Hetta er ein trífalding, um vit fara nøkur ár aftur í tíðina, tá talið av føddum børnum var heilt niðri á seks í eitt ár.

Sjóvar kommuna eigur dagstovnin Lítlafløtt, sum rúmar 110-120 børnum við frítíðarstovu.

-Nøkur ár herfyri umhugsaðu vit at steingja eina stovu á Lítlafløtti, tí barnatalið var so lítið. Nú vend av álvara er komin í, og barnatalið er økt, og væntandi fer at økjast enn meira, noyðast vit skjótt at byggja stovnin út. Hetta er tískil ein deilig avbjóðing, sum okkara kommuna stendur yvirfyri.


Les meira í vikublaðnum 13. november...

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00