Fundur í trivnaðarnevndini 14.11.2017

Møtt:  Pole, Anfinn og Jákup
Umframt: Tummas og Artur
Skrivari: Anna E. Joensen     
Klokkan: 16:00-18:30



Mál nr.: 17/00039
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Hølisviðurskifti á Lítlafløtti
Avgerð: Tekniski leiðari, saman við leiðsluni á Lítlafløtti, arbeiðir við málinum.



Svend Sivertsen frá FuglArk kom á fundin kl. 16:30
Mál nr.: 17/00009
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Miðstaðarøki
Svend vísti nevndini fyrstu hugskotstekning. 
Avgerð: Nevndin arbeiðir við málinum.



Mál nr.: 17/00123
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Hjartastartarar
Avgerð:Nevndin mælir til at keypa hjartastartarar til allar bygdirnar. Lagt fyri fíggjarnevndina.



Mál nr.: 17/00119
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Starvsfólk til umsitingina
Avgerð: Nevndin mælir til at søkt verður eftir trivnaðarsamskipara/skrivstovufólki ¾ tíð. Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 17/00011
Reist av: Sjóvar kommunu
Viðgerð: Svimjing í frítíðini
Avgerð: Umsitingin kannar, hvat tað kostar at hava almenna svimjing tá skúlin er stongdur.



Mál nr.: 17/00127
Reist av: Stráluni
Viðgerð: Umsókn um stuðul
Anfinn luttók ikki í viðgerðini.
Avgerð: Nevndin mælir til at játta kr. 50.000,00 í stuðli. Lagt fyri fíggjarnevndina.