Sjovarkommuna

Herða krøvini um fyribyrging og týning av rottu

Rotta
nýggj kunngerð um rottutýning kemur í gildi 1. januar

 




Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur lýst nýggja kunngerð um at fyribyrgja og og týna rottu. Kunngerðin, sum varð lýst í gjár og fær gildi um ársskifti. Kunngerðin avloysir gomlu kunngerðina frá 1962.

Endamálið við kunngerðini er m.a. at skipa fyribyrgingina betur á oyggjunum, har eingin rotta er.

Til tess verða praktisku og umsitingarligu uppgávurnar hjá kommunustýrinum í sambandi við rottutýning nágreinaðar. Somuleiðis skal betri innlit fáast til vega um rottustøðuna. Krøv verða sett til fráboðan, at  tá tú sært rottu, hevur tú skyldu til at fráboða hetta til kommununa, og krøv verða sett til skyldu hjá kommununi at skráseta rottufráboðan.   

Við kunngerðini fær landsmyndugleikin eisini heimild til at leggja til rættis eina samskipaða rottutýning tvørtur um kommunu- og býarmørk í bygdum og óbygdum øki.

Uppgávan at týna rottur liggur framvegis hjá kommunum. Kommunan skal eitt nú útvega og rinda fyri eitur, rottufellur og annað tilfar, sum verður brúkt í rottutýningini. Kommunurnar skulu eisini seta skikkað aktingarfólk. Hvør bygd og hvør býur skal hava eitt aktingarfólk, sum tekur sær av kommunalu uppgávunum sambært kunngerðini.

Hinvegin er uppgávan hjá landsmyndugleikanum meira yvirskipað. Landsmyndugleikin skal meta um týningarætlanir, gera vegleiðing um at handfara og leggja eitur út og hvussu farast skal fram, um fráboðan er um rottu á rottufríu oyggjunum.

Eisini skal landsmyndugleikin hava eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar og syrgja fyri, at ein árlig uppgerð verður savnað um rottufyribyrging og týning um alt landið.

kelda: www.vp.fo

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00