Sjovarkommuna

Krøv til byggiumsøknir

1.Farið kann ikki verða undir arbeiði, at grava út fyri grundstykki ella at byggja hús á verandi grundstykki, uttan skrivligt byggiloyvi.

 

2. Allar útstykkingar- og byggiumsóknir, her uppií umsóknir um at grava fyri grund til møguligar spreingingar, meiri týðandi broytingar, eitt nú at broyta skap og konstruktiónir, taka niður hús, vega-, kloakk- og frárenningararbeiði, skulu um kommunustýrið verða sendar byggifulltrúanum.

 

3. Umsókn skal vera skrivlig, og hjálagdar henni skulu vera tær tekningar og aðrar upplýsingar, ið neyðugar eru til greitt at skilja málið og til holla avgerð av tí umsøkta.

 

4. Allar tekningar, frágreiðingar, útrokningar o.t. fylgiskjøl hjá byggiumsókn skulu vera dagfest, hava matr. nr. á ognini og hann, ið uppsett tey hevur, skal skriva undir í høgra horni. Hesin hevur ábyrgd av, at tey eru fullgóð.

 

5. Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjáløgd:

 

a) Støðumund í 1:200 sum vísir stødd og skapilsi á byggigrundini, hvussu hon vendir móti gøtum og ættum, hvar og hvussu ætlað hús skulu standa, og hvar hús á grannagrund standa. Støðumyndin skal somuleiðis geva upplýsingar um framtíðarhæddarstig á grundini og um tað verður hildið neyðugt fyri at avgreiða málið, hæddarstig á grannagrundunum.

 

b) Flatmyndir og tekningar av øllum útsíðum á húsunum í máti í minsta lagi 1:100 við áskrivaðum mátum, bæði høvuðsmátum og gjøgnumgangandi stakmátum. Skilast skal til, hvat rúmini eru ætlaði til. Møgulig burðarløg skulu verða teknað á flatmyndir og tvørskurðir. Eisini skulu dyr, fast innventar og seniterar innleggingar o.a. verða teknaðar.

 

c) Tvørskurðir í 1:20 (1:50) sum neyðugir eru fyri at táa eina fatan av húsinum og umkringliggjandi húsum/vegum. Á tvørskurðir skal verða áskriva hæddir á gólvum og hæddir á túni og gøtum.

 

d) Kloakkplanur í 1:100 (1:200) vísandi hvussu tær saniteru innleggingarnar verða veittar í tað kommunalu kloakkskipanina. Á kloakkplan skal vera áteknað hall á leiðingum.

 

e) Frágreiðingar av bygningslutum, sum saman við tekningum, gevur fullfíggjaða og greiða lýsing av teirri ætlaðu byggingini.

 

6. Byggifulltrúin kann skipa fyri, at stakprojektering saman við útrokningum skulu vera til taks og innsendar til góðkenningar, áðrenn farið verður undir bygging.

 

7. Umsóknir við tekningum, frágreiðingum og onnur fylgiskjøl skulu verða innsend í tveimum eintøkum og skulu hava allar upplýsingar, sum neyðugar eru fyri greitt at skilja og fáa avgjørt tað, sum søkt er um.

 

8. Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgd av at allar lógir verða fylgdar viðvíkjandi tí, ið søkt verður um, so sum krøv frá Brunaumsjón Landsins, servituttir, byggisamtyktir v.m..

 

9. Annað eintakið verður varðveitt hjá kommunuumsitingini, meðan hitt verður sent umsøkjaranum aftur við byggiloyvi ella játtan til tað, ið søkt verður um

Fylg byggingi av íbúðunum

20170305 0459

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00