Sjovarkommuna

Kunning um verkfall og verkbann

bygdahs og ltliflttur 006
Lítlifløttur stongdur

 

 



Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur á fundi í dag gjørt av at lýsa verkbann fyri allar námsfrøðingar og hjálparfólk, ið eru limir í Føroya Pedagogfelag
-
og sum starvast á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktarskipanum kring landið.

Verkbannið er lýst at koma í gildi hósdagin 14. desember 2017, kl. 07:00.

Nevndin í kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur í dag saman við limakommununum viðgjørt støðuna á dagstovnaøkinum í sambandi við, at Føroya Pedagogfelag leygardagin tann 9. desember gjørdi av at lýsa verkfall fyri allar leiðarar og varaleiðarar á dagstovnum og dagrøktum í kommununum.
Niðurstøðan á fundinum var, at kommunurnar ynsktu at taka samráðingarnar uppaftur. Hetta ynskir Pedagogfelagið tíverri ikki.

Í øðrum lagi varð staðfest, at kommunurnar ikki við vissu kenna tær ítøkiligu avleiðingarnar av, at leiðslurnar fara í verkfall. Av somu orsøk kunnu kommunurnar ikki forsvara, at dagstovnarnir í longri tíð verða riknir uttan nakra leiðslu.

Kommunurnar harmast íkomnu støðuna, og verkbannið verður fyrst og fremst lýst fyri at fáa arbeiðssteðgin so stuttan sum møguligt og fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið skjótast gjørligt.

Sum avleiðing av lýsta verkfallinum og verkbanninum, verður sagt frá, at dagstovnurin Lítlifløttur er stongdur frá hósmorgni 14. desember 2017, kl. 07.00.

Sjóvar kommuna


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00