Sjovarkommuna

Íbúðirnar í Dávagerði liðnar

íbúðir
Fyrstu fólkini fluttu inn í íbúðirnar í Dávagerði í síðstu viku.
Sjóvar kommuna fegnast um at Bústaðir hevur valt at byggja hesar sjey snotuligu íbúðirnar
í okkara øki, og ynskja leigarunum hjartaliga til lukku við teirra íbúð.
Vónandi fara tit at trívast væl.

Á heimasíðuni hjá búðstøðum kanst tú lesa:

Dávagerði - Strendur

Á Strondum hava vit sjey raðíbúðir. Tær liggja beint oman fyri skúlan á Strondum, og við síðuna av nýggja sambýlinum Sjóvarlon.
Íbúðirnar liggja í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, beint niðanfyri nýggju búsetingarnar upp á Fløtum. Stutt er til skúla og barnagarð. Harumframt er útsýnið framúr gott.
Íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køks-/alrúmi, baðirúmi og tveimum sovikømrum. Dururin er miðpunktið í íbúðini og hevur atgongd til øll onnur rúm. Harumframt er eitt úthús til hvørja íbúð. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu.
Parkeringsviðurskiftini eru góð og bilur fæst til dyrnar. Harafturat eru allar sjey íbúðirnar rørsluvinarligar.
Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóð viðurskifti. Inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.
Allar íbúðirnar vera 76,6 m2, umframt eitt úthús á 7,7 m2.

síggj  fleiri myndir á www.budstadir.fo

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00