Sjovarkommuna

Stórt tunnils- og mentanartiltak

Rundkoyring
leygardagin 24. feb.

Myndina hevur Finleif Mortensen tikið

 




Tíðindaskriv



Kom og síggj fyrstu undirsjóvarrundkoyring


Stórt tunnils- og mentanartiltak verður á Strondum leygardagin 24. februar, eitt ár eftir, at fyrsta skotið til tunnilin varð latið av.

Nú tíðin nærkast til Eysturoyartunnilin verður veruleiki, verður skipað fyri fjølbroyttum tiltaki á Strondum leygardagin 24. februar, har tað millum annað verður møguligt hjá øllum áhugaðum at sleppa við bussi inn í tunnilin, fyri at síggja fyrstu undirsjóvarrundkoyring.

Í Bygdahúsinum fer at bera til at keypa góðan døgurða henda dagin.
Seinnapartin, beint eftir døgurðan, verður eitt áhugavert panel í Bygdahúsinum, har áhuga kunnu leggja oyra til fýra framløgur um avbjóðingar og møguleikar í økinum, nú samferðslukervið verður broytt munandi.
Tey, sum leggja fram verða:
Andras Róin, samfelagsfrøðingur,
Randi Frederiksberg, landafrøðingur,
Svend Sivertsen, arkitektur
og Heidi Poulsen, arkitektur.
Øll fýra við tilknýti til umhvørvið, so ella so, og øll við nøkrum áhugaverdum sjónarmiðum um hvussu vit, tvs., kommunan, vinnan, áhugafeløg og einstaklingar, eiga ella kunnu navigera, nú trýstið og møguleikarnir í økinum vaksa og broytast.
Vinklarnir eru í høvuðsheitum samfelagsligir og landafrøðiligir eins og úr arkitektoniskum sjónarhorni. Hvussu útbyggja vit, hvat ynskja vit, hvønn veg fara vit? Vit fara at hoyra um fjøltáttað bústaðaútboð, og um vit ynskja at verða ein bygd, býur ella forstaður. Um býarætlan og burðardygga framtíð o.s.fr.


Ímillum framløgurnar fer Súni Johansen at framføra nøkur løg, eins og kaffi o.a. verður at fáa.

Handlar og kreativar vinnur hava leingi opið henda dagin. Hesi eru: Bergsteinar, Snældan, Strandamáling, Atelierið hjá Finleif Mortensen, Effo, Stranda Centrum og Fornminnafelagið.

Um kvøldið verður stór konsert í Bygdahúsinum har nakrir av bestu tónleikarum í landinum luttaka, bæði lokalir og uttanífrá.  Hølið verður gjørt um til eitt hugnalig konsert/kafé-høli, har høvið eisini verður at keypa okkurt leskandi undir góman.

Luttakarar á konsertini verða:
• Altverkið
• Ásbjørn Berthelsen
• Súni Johansen
• Sámal Ravnsfjall
• Hanus G. Johansen


Øll eru vælkomin til øll tiltøkini. 

Keyp atgongumerki her:  www.atgongumerki.fo frá kl. 18 í dag – 5.feb.



 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00