Sjovarkommuna

1,5 mió. til Selatraðarvegin í ár

selatradarvegurin1
til breiðkan, asfaltering ella viðlíkahald

 



Møguligt er at breiðka ein part av vegnum millum Strendur og Morskranes í ár.
Tað sigur landsstýrismaðurin í svari til fyrispurning.


Játtanin til Selatraðarvegin er 1,5 mió kr. í 2018, og 2,0 mió kr. í 2019. Landsverk vísir á, at ein møguleiki er at asfaltera strekkini, ið vóru breiðkað í 2005 og 2006, samanlagt umleið 600 m, og at gera bilverjuna lidna, har sum pelar eru settir upp. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Edmund Joensen, tingmann, sum spurdi landsstýrismannin um Selatraðarvegin.

Ein annar møguleiki er at breiðka ein part av vegastrekkinum millum Strendur og Morkranes í ár. Breiðkingin kann halda fram næsta ár og so verða gjørd liðug við asfaltering og øðrum. Samanlagt verða tá einir 7-800 metrar breiðkaðir hesi bæði árini. Aðrar loysnir kunnu koma uppá tal, sæst í svarinum.

Eftir samferðsluætlanini fyri 2012 - 2024, og tilmæli frá Landsverki, verður mælt til at dagføra Selatraðarvegin soleiðis, at hann er hóskandi eisini í mun til ferðsluna. Tað vil siga at breiðka vegin til ein smalan tvíbreytaðan veg í støðum, og annars at gera góð víkipláss, har tað er kostnaðarmikið at gera vegin tvíbreytaðan. Hetta var í 2012 mett til at kosta 50 mió kr, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.

kelda: www.kvf.fo

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00