Arbeiðið byrjar í aðru viku
Fyrradagin, 6. feb., skrivaðu Artur Johansen vegna Sjóvar kommunu og Eyðun Magnussen vegna Kreton undir sáttmála um útstykking á Strondum.
Talan er um tvær útstykkingar, eina við Hálsatjørn og eina á Fríðufløtum. Við Hálsatjørn verða 42 grundstykkir og á Fríðufløtum 10, sí http://sjovar.kort.fo/.
Samlaði kostnaðurin fyri báðar útstykkingarnar verður uml. 16 mill. krónur, og er hetta størsta íløga Sjóvar kommuna hevur gjørt síðani nýggi skúlin varð bygdur í 2011.
Arbeiði byrjar í aðru viku og skal verða liðugt til jólar í 2019.
Stórur áhugi er í at seta búgv á Strondum, í løtuni eru 31, sum hava biðið um grundstykki.
Kommunustýrið hevur samtykt, at grundstykkjaprísurin við Hálsatjørn verður kr. 250,00 fyri fermeturin og á Fríðufløtum verður hann kr. 300,00 fyri fermeturin.