Sjovarkommuna

Áheitan frá IRF, nú Brennistøðin liggur still

Rusk ballimaskinan 002
Í tíðindaskrivi fyrr í vikuni boðaði IRF frá, at vegna umvælingar á Hagaleiti liggur Brennistøðin still í uml. 10 vikur.

Alt innsavnað rusk verður nú ballað í rusk-ballimaskinu og undir hesum umstøðum eru serstakar reglur galdandi á Brennistøðini og á endurnýtsluplássunum kring landið:

  • Burturkast at brenna má ikki vera longri enn 100 cm. Orsøkin til hetta er, at tað ikki er gjørligt at balla rusk, ið er størri enn hetta. Sum dømi kunnu nevnast rør og tílíkt.

  • Leivdir av nótum, gørnum og líknandi má ikki latast saman við tí brennandi, tí tað fløkist í ballimaskinuni. Ynskiligt er, at tílíkt tilfeingi altíð verður latið til endurnýtslu og ikki til at brenna (trýst her fyri nærri kunning um hetta).

  • Tað verður ikki tikið ímóti lívrunnum burturkasti, tí ikki ber til at balla tað.

  • Vegna broyttar umstøður á goymsluni á Brennistøðini verður ikki tikið ímóti máling, meðan umvælingarnar fara fram.

Boðað verður frá, tá Brennistøðin aftur tekur ímóti burturkasti sum vanligt.

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00