Sjovarkommuna

Fýra kommunulæknar í Skálafjarðar læknadømi

Heilsudepilin 001

Skálafjarðar læknadømi veður nú uppstigað við einum lækna.

Frá at tríggir kommunulæknar hava virkað í økinum, verða teir nú fýra. Við hesum fær borgarin eina væl betri tænastu og læknarnir mannsømilig kor at virka undir. Borgarstjórarnir við fjørðin og HIMR eru komin ásamt um hesa raðfesting, samstundis sum Løgtingið hevur játtað neyðuga peningin.

Læknaviðtalur eru til tríggjar kommunulæknar á Heilsumiðstøðini í Runavík og til ein kommunulækna í viðtaluhølunum á Strondum og virka hesar undir felags heitinum Heilsudepilin við Skálafjørðin.

Kommunurnar í økinum eru samdar um, at nýta verandi viðtaluhøli, í Runavík og á Strondum. Tað hevur ligið í kortunum, at umstøðurnar skulu broytast soleiðis, at rúm verður fyri fýra viðtalum í Heilsumiðstøðini í Runavík, táið koyrandi er ígjøgnum undirstjóvartunnilin. Hetta er framvegis ætlanin. Greitt er kortini ikki hvussu hetta skal skipast fíggjarliga, táið fráboðaninar frá landsstýrinum hava verið heldur ógreiðar í seinastuni.

1. februar byrjaði Joan Skibenæs í føstum starvi sum kommunulækni í læknaviðtalu 2. Við hesum eru føstu kommunulæknarnir í læknadøminum: Kári Rasmussen og Joan Skibenæs. Hesi hava læknaviðtalur í Heilsumiðstøðini í Runavík.

Frá 19. februar 2018 verður kommunulæknaviðtala 3., sum hevur verið aðru hvørja viku á Strondum og í Runavík, flutt til at vera á Strondum hvørja viku, og fær hon nú heitið Kommunulæknaviðtala 4.

T.v.s. at læknaviðtala 1, 2 og 3 vera í Runavík og læknaviðtala 4 verður á Strondum.

Frá mánadegnum 12. mars 2018 verða allar 4 læknaviðtalurnar mannaðar.

Viðtalurnar í Skálafjarðar læknadømi verða tá hesar:

Kommunulæknaviðtala I
Kári Rasmussen, kommunulækni
Mýravegur 4
620 Runavík

Kommunulæknaviðtala II
Joan Skibenæs, kommunulækni
Mýravegur 4
620 Runavík

Kommunulæknaviðtala III
Skiftandi kommunulæknaavloysarar
Mýravegur 4
620 Runavík

Kommunulæknaviðtala IV
Skiftandi kommunulæknaavloysarar
Fløtuvegur 1
490 Strendur

Nú ein nýggj læknaviðtala verður skipað í økinum fyriskipar Heilsutrygd, í samráð við kommunulæknarnar, fyri flyting av sjúklingum til fjórðu læknaviðtaluna, soleiðis at hon fær eitt hóskandi tal av sjúklingum. Flytingarnar verða í mestan mun gjørdar alt eftir hvar ið borgarin hevur bústað. Hetta fáa viðkomandi borgarar boð um síðst í viku 10 og í viku 11.

Heilsutrygd fer í næstum at lýsa kommunulæknastøvini í læknaviðtalu 3 og 4 leys, fyri at fáa fastar kommunulæknar at røkja allar viðtalurnar sum skjótast.

Fyribils verða viðtalur 3 og 4 mannaðar við avloysarum.

Kommunurnar við Skálafjørðin fegnast um betraðu útlitini fyri góðum og tryggum viðurskiftum í Læknadøminum við Skálafjørðin.


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00