Sjovarkommuna

Tarzan The Musical í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Tarzan the musical

Aftur í ár er Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik.


Í døgunum 14. mars til 23. mars sýnir breytin fram TARZAN The Musical í Mentanarhúsinum. Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór og smá. Leikurin, sum er týddur til føroyskt, er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1999.

TARZAN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum. Heimskendi Phil Collins framleiddi tónleikin til filmin/leikin, og serliga munnu mong kennast við sera vakra sangin, You'll Be In My Heart.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 40 10.floks næmingar ganga á Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin.

Almennu sýningarnar eru:

Mikudagin 14. mars kl. 19:00

Hósdagin 15. mars kl. 19:00

Fríggjadagin 16. mars kl. 19:00

Leygardagin 17. mars kl. 19:00

Sunnudagin 18. mars kl. 16:00 og kl. 19:00

Týsdagin 20. mars kl. 19:00

Mikudagin 21. mars kl. 19:00

Hósdagin 22. mars kl. 19:00

Atgongumerkir til almennu sýningarnar kunnu keypast á atgongumerki.fo, á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum ella á kunningarstovuni í Fuglafirði. Prísurin fyri atgongumerkini er 130 kr. fyri vaksin og 70 kr. fyri børn (12 ár og yngri).


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00