Sjovarkommuna

Døtur vitjaðu staðið, har pápi teirra lat lív

IMG 7963

Mikudagin 14. mars hevði Sjóvar kommuna serstaka vitjan. Tríggjar týskar kvinnur vitjaðu aftur á staðið, har pápi/maður teirra doyði í 1989.

Náttina til mánadagin 3. juli 1989 ringdi telefonin á politistøðini í Runavík. Orsøkin var, at tyrlan hjá sjóverjuni hevði fangað eitt neyðsignal, sum teir hildu kom uppi av Kambi. Sløkkiliðini av Skála og Strondum fóru at leita, og tá teir komu niðan á Klóraran, eitt sindur sunnanfyri Kamb, sóu teir, at ein flúgvari var niðurdottin. Umborð á flúgvaranum vóru tveir mans. Annar yvirlivdi, meðan hin doyði.

Maðurin, ið lat lív í vanlukkuni, æt Ernst Krämer. Eftir hann sótu konan, Bärbel Krämer, og døturnar, Annette Britscho og Ute Güldag, ið einans vóru 19 og 20 ár, tá pápi teirra doyði.

Síðani henda dag í 1989 hevur famlijan havt ætlanir um at vitja staðið, har maður/pápi teirra andaðist. Nú Bärbel og Ernst høvdu kunnað hildið gullbrúdleyp í ár, samstundis sum Bärbel eisini hevur hildið 75 ára føðingardag í ár, hava døturnar bjóðað mammu síni túrin til Føroya sum gávu.

Kvinnurnar vildu fegnar síggja staðið, har flúgvarin bleiv funnin uppi á Klóraranum. 75 ára gamla Bärbel hevði tó ikki mót uppá túrin og kom tí ikki við. Borgarstjórin sjálvur, Artur Johansen, fór við Anette og Ute niðan á Klóraran, og aftur at sær hevði hann fingið Tummas Eli Joensen sum ferðaleiðara. Tummas Eli var ein av monnunum, ið var við í leitingini eftir flúgvaranum í 1989. Út frá tí, hann mintist frá hendingini, greiddi hann frá, hvussu hann upplivdi náttina, og hvar teir funnu niðurdotna flúgvaran.

Tá komið var á staðið, har flúgvarin datt niður, bleiv ein lítil varði bygdur til minnist um pápa teirra. Hetta var ein sera serstøk og rørandi løta, tí enduliga kundu døturnar seta myndir á teir tankar, ið tær í góð 29 ár hava gingið við.

Elin Henriksen tók sær av Bärbel og vísti henni runt í kommununi, ímeðan døturnar gingu túrin.

Nakrar myndir frá túrinum og kaffimunninum aftaná síggjast í myndasavninum.

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00