Gongd komin á arbeiðið við útstykkingunum.

IMG 8064

Sum tann varugi borgarin longu hevur varnast, er gongd komin á arbeiðið við útstykkingina á Fríðufløtum. 

Lastbilarnir hava seinastu dagarnar koyrt við jøvnum millumbilið frá Fríðufløtum niðan til vatnbrunnin á Fossum við mold.

Um alt gongur sum ætlað, byrjar arbeiðið við útstykkingina við Hálsatjørn eisini heilt skjótt.

Vit hava gjørt eina leinkju á forsíðuni vinstrumegin, har fylgjast kann við arbeiðinum. Vit fara javnan at dagføra við myndum og teksti. Fyrstu myndirnar eru longu komnar á síðuna.