Sjovarkommuna

Nýggjur hjartastartari á Strondum

IMG 8101
Sp/f C. Christiansen hava sett ein nýggjan hjartastartara upp uttanfyri høvðusdyrnar á verkstaðið teirra á Strondum.

Tískil eru nú 4 hjartastartarir skrásettir á Strondum. Teir eru uppsettir á hesum støðum:
  • Stranda skúla
  • Heilsumiðstøðini
  • Vaðhorn
  • Verkstaðnum hjá Sp/f C. Christiansen
Hjartastartarin í Stranda skúla, hongur við inngongdina norðanfyri skúlan. Myndir av honum síggjast her.

Á heilsumiðstøðini hongur hjartastartarin beint innan fyri hurðina til fysioterapi, sum er í sunnara enda á heilsumiðstøðini. Fyri at koma framat honum skal glasið til eina lyklaboks brótast, so sleppast kann inn. Myndir við vegleiðing síggjast her.

Á Vaðhorn hongur hjartastartarin beint innanfyri høvðusdyrnar. Stjórin á Vaðhorn upplýsir, at hevur man brúk fyri hjartastartarinum uttanfyri arbeiðstíð, er man vælkomin at bróta vindeyga í hurðini, so sleppast kann framat honum.

Myndinar niðanfyri vísa hjartastartaran, sum er settur upp uttanfyri verkstaðið hjá Sp/f C. Christiansen. Sjóvar kommuna takkar Sp/f C. Christiansen fyri, at teir hava tikið stig til at seta ein hjartastartara afturat upp í kommununi.

Sjóvar kommuna arbeiður við at seta ein hjartastartara upp í øllum bygdunum í kommununi. Vit vóna vit at hetta verður avgreitt heilt skjótt.

Á heimasíðuni www.hjartastartari.fo kann man síggja allar hjartastartarar ið eru skrásettir í Føroyum. Á hesari síðu fæst eisini vegleiðing um, hvussu ein nýtur ein hjartastartara.

IMG 8102


20180321 154659

IMG 8101

IMG 8100


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00