Sjovarkommuna

Gentur 12 hjá StÍF føroyameistarar

29634513 1911414402215480 1075935799 o

Leygardagin, 24. mars 2018, gjørdust gentur 12 hjá StÍF føroyameistarar, tá tær á seinasta leikdegi í Vestmanna dystaðust við H71 og VÍF.

Áðrenn dystirnar leygardagin lá StÍF á odda í kappingini, trý stig frammanfyri júst H71. Fyrri dysturin leygardagin var móti H71, og megnaði StÍF í minsta lagi at fáa ein javnleik, var føroyameistaraskapið heima. Dysturin endaði 13-13, har okkara gentur javna, tá átta sekund vóru eftir av dystinum. Úr Vestmanna frættist, at innsatsurin hjá StÍF-gentunum var fantastiskur. Einans ein útskiftari var á bonkinum frá dystarbyrjan, og tá so ein genta mátti út við skaða aftaná fimm minuttir, spældu tær restina av dystinum uttan nakran útskiftara. 

Seinni dysturin leygardagin hevði tí ikki týdning fyri meistaraheitið. Æran var tó at spæla fyri, og okkara gentir megnaðu eisini at toga ein sigur í hús í tí dystinum.

StÍF og H71 hava gjøgnum alt árið dystast um 1. plássi, og hesi bæði liðini vóru eisini í steypafinaluni fyrr í ár. Ta ferðina fóru H71-genturnar við steypinum, og tí var tað kanska eyka stuttligt hjá okkara gentum at fáa hevnt tapið frá seinast.

Genturnar sum hava spælt við G12 í ár eru: nr. 1: Annvør Garðalíð; nr. 2: Ingibjørg Jógvansdóttir; nr. 3: Sólja Ernstsdóttir; nr. 4: Katri í Króki Eliasen; nr. 5: Katarina Berg Mikkelsen; nr. 6: Dania Carlsson; nr. 7: Andrea Poulsen; nr. 8: Marita Magnadóttir; nr. 9: Maria Mrdalo; nr. 10: Eyðbjørg Kallsberg. Venjarar: Magni Thomsen og Heine Mikkelsen. Hjálparvenjari: Ivan Mrdalo; Málmansvenjari: Andri Kristiansson Hansen.
Katrina og Sólja og Heine vóru ikki við í Vestmanna hendan dagin, og eru tí ikki á myndunum.

Besta kvinnulið felagsins má tí sigast at hava gott í væntu um nøkur ár, tá hesar genturnar verða eldri.

Sjóvar kommuna ynskir gentum 12 hjartaliga til lukku við føroyameistaraskapinum.

Nakrar myndir úr Vestmanna síggjast her.

Dysturin kann síggjast her.


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00