Sjovarkommuna

Gongutúrur á summarmála

utivika2011 044
Í morgin, leygardagin 14. apríl, skipar Krabbameinsfelagið fyri gongutúri á Strondum.

Møtst verður kl. 9.30 uttanfyri bygdarhúsið á Strondum. Harfrá ganga vit ein túr í bygdini í umleið 1 tíma. Hetta er eitt gott høvi at koma út at røra seg saman við góðum bygdafólkið.

Fært tú ikki upp í lag at fara í venjingarmiðstøð? Ella passa tíðirnar til innandura fótbólt ikki? Ikki skal altíð so nógv til fyri at røra seg. Lat teg í skógvarnar og kom ein túr. 

Summarmáladag byrjar summarhálvárið, mýrisnípan kemur og lundin kemur undir land. Tá er eitt gott høvi at fara út í náttúruna aftur eftir ein kaldan og myrkan vetur, nú vit ganga móti ljósari og heitari tíðum.

Nógvar kanningar eru gjørdar, sum vísa á, at røra vit okkum javnan, kann hetta minka um vandan fyri krabbameini. Verjandi ávirkanin, sum rørsla hevur á krabbamein, veksur munandi, jú virknari vit eru.

Rørsla er eisini umráðandi í sambandi við krabbameinssjúku, bæði likamliga og sálarliga. Rørsla bøtir um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis sum hon gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Summarmáladag, leygardagin 14. apríl, skipar Krabbameinsfelagið fyri gongutúrum. Vit fara til gongu ymsastaðni um landið. Talan er um lættar túrar, so at øll kunnu vera við. Tað einasta, tú skal gera, er at møta upp.



Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00