Sjovarkommuna

"Mín fantastiska skilsmissa" á Strondum

Mín fantastiska skilsmissa

Leikurin "Mín fantastiska skilsmissa", sum Tjóðpallur Føroya pallsetur, kemur til Strendur. Leikurin verður sýndur í biosalinum í bygdahúsinum, leygardagin 5. mai 2018 kl.18.00.

"Mín fantastiska skilsmissa" er ein romantisk komedia við Kristinu Sundar Hansen í heimskenda og virðislønta einrøðuleikinum eftir Geraldine Aron.

Angela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av eydnuríka parinum Angela og Max. Max stingur tó av við einum yngri modelli, dótturin flytur út við sjeikinum og eftir situr Angela við hundinum Dexter í stóru familjuhúsinum.
Nýggi veruleikin hjá nýskildu Angelu hevur nógvar øðrvísi, tragiskar og ikki minst komiskar og láturligar støður við sær, sum vit áskoðarar verða drignir ígjøgnum av Kristinu Sundar Hansen í leiklutinum sum Angela.
Leikurin varð tilnevndur ein OLIVIER AWARD fyri "Best entertainment" í 2004 og hevur síðan lagt áskoðarar runt heimin flatar í látri. Nú standa Føroyar fyri tørni sum 29. landið, har leikurin verður pallsettur.

Í steðginum verður møguligt at vitja forkunnuga málningaframsýning eftir Finnleif Mortensen. Heitið á málningaframsýningini verður "Tankastrok" og verður stórisalur karmur um hesa framsýning.
Eisini verður møguligt at keypa kaffi/te við onkrum góðum afturvið, samskipa av StÍF.

Kostnaður:
Vanligt atgongumerki  kr. 240,00 
Ung undir 25 ár og lesand kr. 120,00
Bólkur á 10 ella fleiri kr. 200,00
 

Atgongumerkir til leikin kunnu keypast her.


 Mín fantastiska skilsmissa 1

Týðing: Kristina Sundar Hansen 
Konsept: Kristina Sundar Hansen & Durita Sumberg Poulsen

Dramaturgur, pallur og hjálparleikstjóri: Durita Sumberg Poulsen
Leiklistarlig ráðgeving: Ágústa Skúladóttir
Ljósdesign, video og pallmynd: Turpin Napoleon Djurhuus
Ljóðmynd: Pauli Magnussen
 
Leikari: Kristina Sundar Hansen

Myndir: ©Tjóðpallur Føroya / Ólavur Frederiksen 

Plakatmynd: Høgni Heinesen

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00